Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 69
v1 Til songmeistarans; til liljurnar; av Dávidi. v2 Bjarga mær, Guð, tí vøtnini vilja meg køva! v3 Eg eri sokkin í botnleyst díki, og einki er fótafesti. Eg eri farin í vatndýpið niður, og flóðin yvir meg skolar. v4 Eg havi rópt meg móðan, mínir kvørkrar brenna, míni eygu eru tærd av at bíða eftir Guði mínum. v5 Fleiri enn hárini á høvdi mínum eru teir, ið meg hata uttan grund, fjølmangir vilja meg týna, fyri onga søk eru fíggindar mínir; tað, ið eg ikki havi tikið, má eg bøta. v6 Guð, tú kennir mistak mítt, mínar syndir eru ei duldar fyri tær! v7 Lat ei teir, ið líta á teg, verða til skammar av mær, Harri, herskaranna Harri. Lat ei teir, ið leita til tín, verða skemdar av mær, Ísraels Guð! v8 Tí fyri tína skuld beri eg háðir, hevur skomm mítt andlit fjalið. v9 Ein fremmandur eri eg vorðin brøðrum mínum, ein ókunnigur sonum móður mínar. v10 Tí ídni fyri húsi tínum hevur etið meg upp, og teirra spott, ið teg spotta, er komið niður á meg. v11 Tá ið sál mín græt undir føstuhaldi, varð tað til vanvirðu fyri meg. v12 Tá ið eg skifti um klæði við sorgarbúna, varð eg eitt orðtak hjá teimum. v13 Tey, í liðunum sita, tala um meg, í drykkjuveitslum kvøða teir um meg! v14 Men eg komi til tín í bøn, Harri, lat náðistund upprenna, Guð! Fyri stóru miskunn tína bønhoyr meg í frelsandi trúfesti tíni! v15 Hjálp mær úr díki, at ikki eg søkki! Drag meg úr havdýpi upp! v16 Lat ikki bylgjurnar yvir meg skola, lat ikki dýpið meg gloypa, lat ikki hellið yvir mær lokast! v17 Bønhoyr meg, Harri, tí góð er náði tín, vend tær til mín av tíni stóru miskunn! v18 Fjal ikki andlit títt fyri tænara tínum, tí eg eri staddur í vanda, skunda tær og bønhoyr meg! v19 Kom til mín og loys út mína sál, frels meg fyri mína fígginda sakir! v20 Tú kennir mína skomm, mítt spott og spæ, fyri tínum eygum eru fíggindar mínir allir! v21 Háð hevur brotið mítt hjarta, ógrøðandi eru míni sár! Eg væntaði eymkan, men eingin var, eg væntaði uggan, men onga eg fann. v22 Teir rættu mær malurt til mat, fyri tosta teir góvu mær edik at drekka. v23 Lat dúkin fyri framman teimum verða teimum snerra, teirra gildisoffur haft um fótin! v24 Lat eygu teirra slokna og blindast, lat lendar teirra altíð riða! v25 Oys út tína ilsku yvir teir, lat tína gløðandi vreiði teir ráma! v26 Lat teirra bústað verða oydnan, teirra tjøld uttan íbúgvar! v27 Tí at teir elta teir, ið tú hevur sligið, økja pínu teirra, ið tú hevur gjøgnumstungið! v28 Legg sekt aftur at teirra sekt, lat teir ikki sleppa inn til rættvísi tína! v29 Lat teir verða strikaðar úr lívsins bók, og ikki verða skrivaðar teirra rættvísu millum! v30 Men eg, armi og eymi, mær skal frelsa tín bjarga, Guð, v31 so at eg kann prísa Guðs navni við songi, hálova tær við takkarljóði! v32 Og betur líkar Harranum hetta enn oksar, enn ungneyt við hornum og kleyvum! v33 Síggið tað, armir, og gleðist! Tit, ið søkja Guð, takið mót í hjartað! v34 Tí at Harrin teir neyðstøddu hoyrir, sínar fangar hann ikki vanvirðir. v35 Himin og heimur skulu geva honum lov, havið og alt, sum rørist harí. v36 Tí at Guð gevur Zion frelsu og byggir upp Júda staðir, tey skulu búgva í teim og teir fáa í ogn. v37 Og avkom tænara hans skulu teir arva, og teir, ið elska hans navn, har hava búgv.