Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 7
v1 Ein Sjiggajon av Dávidi, sum hann sang fyri Harranum vegna orð Kusj Benjaminita. v2 Harri, Guð mín, eg troysti á teg! Hjálp mær frá hvørjum, ið vil mær ann, og bjarga mær, v3 so hann ikki sum vargur skal slíta og skræða mína sál, og eingin er, ið bjargar. v4 Harri, Guð mín, havi eg gjørt hetta, er órættur í mínum hondum, v5 havi eg gjørt honum ilt, ið mær unti væl, havi eg uttan orsøk volt fíggindum mínum skaða, v6 so lat fíggindan elta mína sál og taka hana aftur, traðka lív mítt til jarðar og leggja mína æru í mold! Sela. v7 Statt upp, Harri, í vreiði tíni! Rís móti illskapi fígginda mína! Vakna mær til hjálpar, tú, ið rætt hevur skipað! v8 Fólkanna skari fylkist um teg! Far yvir honum aftur til himna upp! v9 Harrin heldur yvir fólkum dóm. Døm meg, Harri, eftir rættvísi míni og sakloysi. v10 Lat tó illskap teirra gudleysu helma í! Veit hinum rættvísa styrk! Tí tú ert tann, ið kannar hjørtu og nýru, ein rættvísur Guð. v11 Mín skjøldur er hjá Guði, ið teim rættsintu bjargar. v12 Guð er ein rættvísur dómari, ein Guð, ið ilskast hvønn dag. v13 Tá ið hann aftur brand sín brýnir, bogan spennir og ger hann til reiðar, v14 hevur hann sjálvum sær banavápn búgvið til, tær ørvar, hann brennandi ger. v15 Sí, avynnu ber hann í heim; hann gekk við illgerð og føðir svik. v16 Hann gróv eina grøv og hana dýpti, men sjálvur fellur hann í ta grøv, hann gjørdi. v17 Illgerð hans kemur aftur yvir hans egna høvur, yvir hviril hans legst hans órættur niður. v18 Eg Harranum prísi eftir rættvísi hans, lovsyngi navni Harrans, hins hægsta.