Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 70
v1 Til songmeistarans; av Dávidi; til minnisofrið. v2 Kom mær at bjarga, Guð, Harri, skunda tær mær til hjálpar! v3 Skomm og skemd veri teimum fyri, ið mær eftir lívinum standa! Lat teir undan víkja og verða til skammar, sum í ólukku míni hava fragd! v4 Lat teir víkja fyri skemdarverki teirra, teir, ið hava á munni: «Há, há!» v5 Lat teir fegnast og gleðast í tær, allar, ið søkja til tín! Lat teir, ið elska frelsu tína, allar tíðir siga: «Hálovaður veri Guð!» v6 Eg eri armur og eymur, kom tú brátt, Guð, til mín! Tú ert hjálp mín og frelsari mín, Harri, ikki tú dvølji!