Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 71
v1 Hjá tær, Harri, søki eg skjól, lat meg onga tíð verða til skammar! v2 Í rættvísi tíni tú meg fríggi og frelsi, vend til mín oyra títt og mær bjarga! v3 Ver mær ein verndarklettur, ein varðhaldsborg mær til frelsu, tí at tú ert bjarg mítt og fasta borg! v4 Hjálp mær, Guð, úr hondum á gudleysum, úr níðings og valdsmans lógvum! v5 Tí at tú ert troyst mítt, Harri, Harri, mítt álit frá ungdómi mínum! v6 Frá barnsbeini havi eg troystað á teg, frá móðurfangi hevur tú um meg fjálgað, til tín er altíð mín vón! v7 Eitt undur eg mongum eri vorðin, men tú ert mítt trygga høli. v8 Mín muður er fullur av lovi tínum, allan dagin av prísi tínum. v9 Slepp mær ikki á ellisárum, far ikki frá mær, tá máttur mín minkar! v10 Tí at fíggindar mínir um meg tala, teir, ið vilja deyða mín, leggja ráðini saman: v11 «Guð er frá honum farin, eltið hann og hann takið, tí eingin er at hjálpa!» v12 Guð, halt teg ei frá mær burtur, Guð mín, snarliga kom mær til hjálpar! v13 Lat teir verða skemdar og nipnar, ið mær eftir lívinum standa! Lat teir, ið mína ólukku ynskja, í skomm og spott verða huldar! v14 Men eg í heilum vil bíða og vil alt títt lov gera meiri. v15 Mín muður skal boða um rættvísi tína, allan dagin um frelsu tína, tí eg veit ikki tal hará. v16 Harrans stóru verk vil eg taka fram, Harri, eina um rættvísi tína vil eg boða! v17 Guð, tú hevur lært meg upp frá ungdómi mínum, og til hesa stund eg kunngeri undurverk tíni! v18 Og um eg verði gamal og gráur, vilt tú ikki fara frá mær, Guð, so at eg fyri komandi ætt kann boða av armi tínum! v19 Veldi títt og rættvísi tín røkka, o Guð, til himna, stórverk hevur tú int, Guð, hvør er líki tín! v20 Tú latið hevur okkum sæð so manga trongd og neyð; men tú vilt aftur okkum lívga og úr jarðarinnar dýpum okkum aftur flyta upp. v21 Tú vilt mín stórleika økja og aftur mær uggan veita! v22 Men eg vil tær lova við hørpuslátti, Guð, fyri trúfesti tína! Við streingjaleiki eg leika vil fyri tær, sum er Ísraels heilagi! v23 Fegnast munnu varrar mínar, tá ið fyri tær eg syngi, og mín sál, sum tú hevur loyst. v24 Ja, allan dagin ígjøgnum mín tunga skal tala um rættvísi tína; tí teir vórðu skemdir og foyir, ið ólukku mína ynsktu!