Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Sálmarnir 72
Av Sálomoni
v1 Guð, veit konginum dómar tínar, kongasyninum rættvísi tína, v2 at hann títt fólk kann døma av rættum, armingar tínar við sáma! v3 Tá munnu fjøllini bera fólkinum eydnu, og heyggjarnir rættferð. v4 Hann fyri fólksins armingum syrgir, hann fátækum hjálpir, valdsmenn týnir. v5 Tá man hann liva so leingi, sum sólin sær, og mánin lýsir ætt eftir ætt. v6 Hann man falla sum døgg á grasið, sum æl, ið jørðina væta. v7 Á døgum hans man rættferð blóma, og vælferð vaksa yvir alt mál. v8 Og hann man ráða frá havi at havi, frá Ánni at jarðarinnar marki. v9 Fyri fótum hans munnu hans fíggindar níga, og hans mótstøðumenn sleikja dustið. v10 Kongar frá Tarsis og fjarløgdum strondum munnu gávur honum bera. Kongar av Sába og kongar av Sjeba munnu skattir gjalda; v11 og allir kongar fyri honum níga, øll fólkasløg honum tæna. v12 Tí at hann bjargar tí fátæka, ið rópar eftir hjálp, arminganum og honum, ið ongan góðan hevur. v13 Hann eymkar tey vesælu og veiku og hjálpir fátækra sálum. v14 Hann sálum teirra bjargar frá valdi og meini, blóð teirra dýrt er í eygum hans. v15 Tí munnu tey í heilum biðja fyri honum, hvønn ein dag hann vælsigna. v16 Tá man um landið og fjallanna tindar vera nøgd av korni, øksini súsa sum Libanons skógir; og fólkið í staðinum nørist sum á markini grasið. v17 Hann vælsignaður verður allar ævir; alt meðan sólin er til, man navn hans standa. Øll fólkasløg munnu seg signa í honum, allar ættir munnu hann sælan prísa. v18 Lovaður veri Harrin, Guð, Ísraels Guð, ið undurverk ger eina! v19 Lovað veri hans dýra navn allar ævir, av dýrd hans veri allur heimurin fullur! Amen, amen!
v20 Bønir Dávids, Ísai sonar, eru á enda.