Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 73
Ein sálmur; av Ásafi.
v1 Av sanni, Guð er teimum rættsintu góður, teimum, ið reint hava hjarta. v2 Og tó var tað tætt við, at føtur mínir snávaðu, tað vantaði lítið, at eg gleið útav. v3 Tí at ein meinbogi vóru teir vándu mær, eg sá lukkuna hjá teimum gudleysu, v4 tí at teir kenna ongar kvalir, og kroppur teirra er frískur og sterkur. v5 Teir vita ikki av neyð sum onnur fólk og verða ikki raktir javnt við aðrar. v6 Tí er hugmóð hálsband teirra, og teir eru sveipaðir í órættar skikkju. v7 Úr teirra huga kemur fram synd, teirra hjartans tráan kann einki forða; v8 í tí djúpa tala teir ilt, í tí høga tala teir fals. v9 Teir seta munnin til himmals upp, um jørðina strýkur teirra tunga. v10 Harfyri fer fólkið til teirra og sýgur inn vatnið í stórum. v11 Tey siga: «Hvussu skuldi Guð nakað vita, og hin hægsti hava nakran kunnskap? v12 Sí, hesir eru jú gudleysir menn, og tó altíð tryggir teir vaksa í mátti! v13 Bert til ónyttu havi eg hildið mítt hjarta reint og mínar hendur í sakloysi tváað; v14 allan dagin ígjøgnum tó raktur eg verði, hvønn morgun av nýggjum eg revsaður verði.» v15 Um eg hevði hugsað at tala svá, tá hevði ein svikari eg verið móti børnum tínum. v16 Men eg grundaði yvir at skilja hetta, svárt var tað í mínum eygum. v17 Inntil eg gekk inn í halgidómar Guðs, gav gætur um endalykt teirra: v18 Tú letur á hálkur teir stíga, tú letur í smildur teir falla! v19 Hvør vórðu í bræði teir oyddir, horvnir, avkomnir av ræðslum! v20 Eins og dreymamynd teir hvørva, tá ein vaknar; tú vaknar og lært at teirra mynd! v21 Meðan eg var í hjarta grammur og kendi ilsku í nýrum mínum, v22 var eg hugsanarleysur og fataði einki, var eg fyri tær sum eitt ómælandi djór. v23 Men eg eri jú altíð hjá tær, tú hevur tikið í mína høgru hond! v24 Tú meg leiðir við tínum ráðum og tekur meg síðan til dýrdar! v25 Hvønn havi eg annars í himni, bert eg eri hjá tær, leggi eg einki í heimin! v26 Um mítt hold forferst og mítt hjarta, er tó Guð mín klettur og mín lutur allar ævir! v27 Tí at teir, ið seg halda frá tær, ganga til grundar, allar, ið tær ótrúgvir eru, tú oyðir. v28 Men mítt góða er at vera Guði nær, til Harrans eg seti mína lít, til tess at boða frá øllum verkum tínum.