Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Sálmarnir 74
Ein maskil av Ásafi. v1 Hví hevur tú, Guð, okkum koyrt burtur med alla, hví rýkur tín vreiði móti tí fylgi, tú røktar? v2 Minst til tín flokk, sum tú vanst tær í forðum! Gloym ikki arvagrein tína, Zions fjall, har tú býrt! v3 Lyft upp tíni fet til tær ævigu toftir, í halgidóminum illa er fíggindin farin við øllum! v4 Tínir fíggindar ýldu inni í samkomuhúsi tínum, síni merki teir settu sum merki har inni! v5 Tað kendist, sum tá í viðalund øksir verða havdar á lofti. v6 Alt skurðarverk, har inni var, teir við øksum og homrum høgdu sundur. v7 Teir settu eld á halgidóm tín, í grund teir vanhalgaðu staðin, har sum navn títt hevur búgv! v8 Teir søgdu í hjørtum sínum: «Týnum teir allar samlar!» Teir brendu øll Guðs samkomuhús um landið. v9 Merki vár síggja vit ikki, profet hava vit ongan longur, hjá okkum er eingin, ið veit hvussu leingi! v10 Hvussu leingi, Guð, skal fíggindin háða, øvundarmaðurin spotta títt navn allar ævir? v11 Hví dregur tú hond tína til tín, krógvar tína høgru hond undir kappafaldi tínum? v12 Og Guð er tó drottin mín úr forðum, hann ið frelsuverk útinnir á jørð. v13 Tað var tú, ið kleyv havið við veldi, ið breyt høvur á drekunum á sjónum! v14 Tað var tú, ið sló sundur Livjatans høvur og gav tey til føði fyri djór í oyðimørk! v15 Tað vart tú, ið renna læt keldur og áir, ið turkaði upp teir avgomlu streymar! v16 Tín er dagurin, og tín er náttin, tað vart tú, ið gjørdi til ljós og sól! v17 Tú setti fyri jørðini markini øll, tú bjóst til summar og vetur! v18 Og kortini fíggindin háðar, Harri, eitt fólk av dárum spottar títt navn! v19 Gev ikki villdjórum turtildúgvu tína! Gloym ikki lív arminga tína um ævir! v20 Hav sáttmálan í huga! Tí allir loynikrókar á landi eru fullir av órættar bølum! v21 Lat ikki hin hjálparleysa venda aftur við skomm, lat hin arma og eyma tínum navni prísa! v22 Reis teg, Guð, og fyri sak tíni stríð! Minst til tína háð allan dagin av dárum! v23 Gloym ikki reystina á fíggindum tínum, í heilum hoyrist óljóðið av øvundarmonnum tínum!