Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 75
v1 Til songmeistarans, al tasjket, ein sálmur av Ásafi, ein songur. v2 Vit lova tær, Guð, vit syngja tær lov; tey, ið kalla á navn títt, siga frá undurverkum tínum. v3 «Um enn frest eg gevi, eg tó við rættvísi dømi. v4 Um enn jørðin riðar og allir íbúgvar hennar, eg tó súlur hennar festi.» Sela. v5 Við dárarnar sigi eg: «Verið ikki dárar,» við teir gudleysu: «Reisið ikki hornini! v6 Reisið ikki horn tykkara móti himni, og verið ikki so nakkafattir í talu!» v7 Tí at ikki úr eystri og ikki úr vestri, ikki úr oyðimørk og ikki úr fjøllum kemur hjálp, v8 men Guð er hann, ið dømir, henda setir hann lágt, handa setir hann høgt. v9 Tí at í Harrans hond er steyp, fult av skúmandi, kryddaðum víni, hann skeinkir tað einum eftir øðrum, sjálvt berskakan skulu teir tøma, drekka skulu allir gudleysir á jørð. v10 Men eg vil gleðast um allar ævir og lov syngja Jákups Guði. v11 Hann høggur øll hornini av óndum monnum, men rættvísir menn skulu bera hornini høgt.