Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 76
v1 Til songmeistarans; við streingjaleiki v2 Kunnur er Guð í Júda, mikið er navn hans í Ísrael. v3 Í Salem er tjaldbúð hans, á Zion er bústaður hans. v4 Har breyt hann sundur boganna snarljós, skjøldur og svørð og bardaga vápn. Sela. v5 Vegligur sýndist tú frá teim ævigu fjøllum. v6 Herfongur gjørdust teir hugdjørvu kappar, fullu í dvala, møddust á hondum allir teir sterku seggir. v7 Fyri hóttan tíni, Jákups Guð, blunda í svøvni bæði vagnar og hestar! v8 Óttaligur ert tú, og hvør torir standa fyri vreiðinnar veldi tínum? v9 Av himni tú dómin lætst ljóða, bivaði jørðin og stiltist, v10 tá ið Guð seg reisti til dóms fyri at bjarga eyðmjúkum øllum á jørð. Sela. v11 Tí mannavreiði má lovprísa tær, vreiðinnar leivdir mega veita tær sóma! v12 Heitstreingi lovið og haldið fyri Harranum, Guði tykkara! Allir rundan um hann skulu koma við gávum. v13 Høvdinganna mót hann kúgar, óttaligur er hann heimsins kongum.