Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 77
v1 Til songmeistarans, til jedutun, av Ásafi ein sálmur. v2 Eg kalli á Guð, og eg rópi, eg kalli á Guð, at hann má meg hoyra! v3 Á degi í trongd míni eg søki til Harrans, á nátt eru ótroyttiliga rættar út mínar hendur. v4 Ongan ugga sál mín fær, eg stynji, og andi mín maktast. Sela. v5 Stív standa eygnalok míni, í ørviti eg eri og havi einki mæli. v6 Eg hugsi um fornar dagar, eg minnist á farin ár. v7 Á náttartíð eg grundi í mínum hjarta, eg hugsi meg um og rannsaki mín anda. v8 Vil tá Harrin allar ævir reka frá sær og onga tíð náði sýna meira? v9 Er mildi hans uppi med alla, trúfesti hans á enda allan aldur? v10 Hevur Guð tá gloymt at hava várkunn, ella í vreiði latið aftur fyri miskunn síni? Sela. v11 Eg sigi tí: Hetta er harmur mín, at høgra hond hins hægsta er umskift! v12 Eg havi í huga stórverk Harrans, tí eg minnist á tíni undur úr forðum. v13 Eg hugsi um allar gerðir tínar, um øll tíni verk eg grundi. v14 Í heilagleika var vegur tín, Guð, hvør er ein veldigur Guð eins og Guð! v15 Tú ert ein Guð, ið undurverk innir, mátt tín tú kunngjørdi fólkanna millum. v16 Við tínum armi tú loysti út fólk títt, synir Jákups og Jósefs. Sela. v17 Vøtnini sóu teg, Guð, vøtnini sóu teg og skulvu, og dýpini gingu kyk. v18 Skýggini glopraregn oystu, í lofti tað dundi, tínar ørvar flugu íkring. v19 Tín torusláttur glumdi, ljósini lýstu fold, jørðin risti og skalv. v20 Gjøgnum havið lá leið tín, gjøgnum stóru vøtnini gøtur tínar, ei sjónlig vóru fótaspor tíni! v21 Tú fólk títt førdi sum eitt fylgi við hond teirra Mósesar og Árons.