Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 78
v1 Ein maskil; av Ásafi.
Lýð tú, fólk mítt, á læru mína, gev orðum av munni mínum ljóð! v2 Lat meg lata upp munnin í líkingamáli, seta fram gátur úr fornum døgum, v3 sum hoyrt vit hava og nomið, sum fedrarnir hava sagt okkum frá, v4 sum ikki varð dult av sonum teirra, ið greiddu teirri fylgjandi ætt frá stórmerki Harrans og veldi hans, frá teimum undurverkum, hann gjørdi. v5 Hann setti upp eina samtykt í Jákupi, eina lóg hann grundaði í Ísrael, hvar hann beyð fedrum várum at kunngera tað sonum teirra, v6 so at ein seinni slekt skuldi um tað vita, og børn, ið seinni vórðu fødd, kundu gera børnum sínum tað kunnigt v7 og til Guð seta álit sítt, og ikki gloyma gerningar Guðs, men goyma væl boðorð hans, v8 og ikki verða teirra fedrum líkir, ein tvør og ólýðin slekt, hjarta hennar var ikki staðfast, og andi hennar var ikki trúgvur móti Guði. v9 Efraims synir vóru bogamenn, ið vendu undan í stríðinum. v10 Teir hildu ikki sáttmála Guðs, og lóg hans teir ikki vildu fylgja. v11 Gerningar hans teir gloymdu og undur hans, sum hann hevði teimum sýnt. v12 Fyri fedrum teirra hann undurverk gjørdi í Egyptalandi, á Zóans mark. v13 Hann havið kleyv og læt teir fara ígjøgnum, hann sjógvin læt standa sum ein garð. v14 Um dagin hann teir leiddi við skýnum, alla náttina við ljósi av eldi. v15 Í oyðimørkini hann klettarnar kleyv, og læt teir drekka av vatnsdjúpum stórum. v16 Hann leiddi fram løkir úr fjalli og fekk vatnið at renna oman sum áir. v17 Men teir hildu á at synda móti honum, og í oyðimørkini at treiskast móti hinum hægsta. v18 Í hjørtum teirra teir freistaðu Guð og kravdu føði eftir teirra tykki. v19 Móti Guði teir talaðu og søgdu: «Man Guð kunna reiða í oyðimørk borð? v20 Víst sló hann á klettin, so vatnið fleyt, og áir runnu fram. Men man hann eisini kunna geva breyð og lata fólk sítt fáa kjøt?» v21 Tí ilskaðist Guð, tá ið hann hetta hoyrdi, tað birtist ein eldur móti Jákupi, og vreiði kom upp móti Ísrael, v22 tí at teir ei trúðu á Guð og ei litu á frelsu hans. v23 Tá skýggjunum í erva hann beyð, og himmalsins dyr hann læt upp v24 og læt regna manna yvir teir niður, hann himmalsins korn teimum gav. v25 Einglabreyð fingu menn at eta, hann sendi teimum føðslu til mettu. v26 Hann eystanvindin reisti á himli, hann sunnanvindin leiddi í mátti sínum fram. v27 Hann læt yvir teir regna við kjøti sum moldrok, við fljúgvandi fuglum sum havsins sandur; v28 hann læt teir falla millum tjaldbúðir teirra, íkring um bústað sín. v29 Og teir ótu og almettir vórðu, hann gav teimum tað, teimum lysti. v30 Men meðan teir enn høvdu matin í munni, v31 tá reis móti teimum Guðs vreiði; hann drap teirra máttmiklu menn, og Ísraels ungu sveinar hann feldi.
v32 Og tó teir hildu á við at synda, og ei teir trúðu á undurverk hans. v33 Tá í tómleika hann endaði dagar teirra og í hastiligari ræðslu teirra ár. v34 Tá ið hann teir drap, teir til hansara søktu, teir vendu við og spurdu eftir Guði. v35 Teir mintust, at Guð var klettur teirra, hin hægsti Guð endurloysari teirra. v36 Teir sviku hann við munni teirra, lugu fyri honum við tungu teirra. v37 Men hjørtu teirra ei hjá honum vóru føst, móti sáttmála hans teir ei vóru trúgvir. v38 Men tó hann miskunnsamur er, synd hann fyrigevur, ikki hann oyðir; vreiði sína hann stillir ferð eftir ferð, heldur aftur við allari ilsku síni. v39 Hann minnist, at teir eru kjøt, ein andablástur, ið hvørvur med alla.
v40 Hvør ofta í oyðimørkini teir vóru honum tvørir, voldu honum harm har úti á heiðum! v41 Ferð eftir ferð teir freistaðu Guð og voldu hinum heilaga Ísrael móð. v42 Teir mintust ei á hond hans, ei heldur tann dag, hann teim undan fíggindanum slepti. v43 Hann, sum í Egyptalandi gjørdi tekin síni, og á Zóans mark undurverk síni, v44 skifti áir teirra um til blóð, so at ikki var drekkandi vatnið; v45 sendi mýggjabitar at teim, ið ótu teir, og froskar, ið teir oyðiløgdu; v46 gav grashoppum avgrøði teirra, og flogkyktum alt heystið teirra; v47 drap við heglingi víntrø teirra, morberjatrø teirra við frosti; v48 oyddi fenað teirra við sótt og øll teirra neyt við sjúku; v49 sendi at teim sína brennandi vreiði, ótokka, móð og grimd, eina sendiferð av ólukkueinglum; v50 breyt fyri ilsku síni slóð, spardi ei sálir teirra frá deyða, læt drepsótt taka teirra lív. v51 Feldi teir frumgitnu allar í Egyptalandi, mansalvans frumgróður í tjøldum Kams. v52 Læt fólk sítt fara avstað sum eitt seyðafylgi, rak tey í oyðimørkum sum eina gongu; v53 leiddi tey í trygdum, so tey ei ótta kendu, meðan havið fjaldi fíggindar teirra. v54 Førdi tey til sítt heilaga land, tey fjøll, sum hans høgra hond vann; v55 rak undan teimum fíggindar teirra, læt jørð teirra falla teimum í lut, og læt í tjøldum teirra ættargreinir Ísraels seta búgv. v56 Men tey treiskaðust móti Guði, hinum hægsta, og boðorð hans ikki tey hildu. v57 Tey fullu frá og vóru trúleys sum fedrar teirra, sviku eins og veikur bogi. v58 Tey harmaðu hann við offurheygum teirra, eggjaðu hann við skurðgudum teirra. v59 Guð tað hoyrdi, og vreiður hann gjørdist, og av Ísrael hann deyðleiður var. v60 Hann flutti frá bústaði sínum í Silo, tí tjaldi, hann hevði reist millum manna. v61 Læt stoltleika sín í fangilsi fara, gav dýrd sína upp í fíggindavald. v62 Hann legði sítt fólk fyri svørðið, og ilskaðist inn á arvalut sín, v63 tess ungu sveinar át eldurin upp, tess moyggjar fingu ei brúðarkvæði, v64 tess prestar fullu fyri svørði, tess einkjur sluppu ikki at gráta. v65 Tá vaknaði Harrin sum ein, ið svevur, sum ein kappi, ið er avdrukkin av víni. v66 Hann sló fíggindar sínar á bakið og læt teir fáa eina æviga skomm. v67 Tó hann vrakaði tjaldbúð Jósefs, Efraims ættargrein hann ikki útvaldi. v68 Hann ættargrein Júda sær valdi, Zions fjall, sum hann elskar. v69 Hann sín halgidóm bygdi sum tey høgu fjøll, grundaði hann um ævir eins og heimin. v70 Hann valdi sær Dávid, tænara sín, og frá seyðarættunum tók hann. v71 Læt hann koma frá djórum, ið geva at súgva, til tess Jákup at røkta, sítt fólk, og Ísrael, arvalut sín. v72 Hann røktaði tey av reiðuligum hjarta, leiddi tey við vísari hond.