Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 79
Ein sálmur av Ásafi.
v1 Í óðal títt, Guð, eru heidnir innfarnir, hava títt heilaga tempul vanhalgað, hava til grótrúgvur umskapað Jorsal. v2 Teir líkini av tænarum tínum hava givið til føði hjá himmalsins fuglum, kjøtið av teim heilagu tínum til jarðarinnar villdjór. v3 Teir oyst hava út teirra blóð eins og vatn rundan um Jorsals bý, og eingin er, ið tey jarðar. v4 Fyri gronnum várum vit eru vorðin til skammar, til spott og til spæ fyri teimum, ið rundan um okkum búgva. v5 Hvør leingi, Harri, skal vreiði tín vara, skal yvri tín brenna sum eldur? v6 Oys út tína vreiði yvir fólk tey, ið teg ei kenna, yvir kongaríki, ið ikki á navn títt kalla! v7 Tí tey hava etið upp Jákup og lagt hans bústað í oyði. v8 Rokna ei okkum til fedranna syndir, lat tína miskunn brátt okkum møta, tí vit ógvuliga illa eru farnir! v9 Hjálp okkum tú, várar frelsunnar Guð, fyri navns tíns dýrdleika skuld. Bjarga okkum og fyri títt navn fyrigev syndir várar! v10 Hví skulu heidnir siga: «Hvar er teirra Guð?» Lat fyri eygum várum heidnar hevndina fáa, fyri tað blóðið teir rendu á tænarum tínum. v11 Lat fanganna stynjan koma tær fyri ásjón; sum seg sømir tínum sterka armi, tú loysi út deyðans børn! v12 Lat várar grannar fáa sjeyfalt aftur í fang ta háð, sum teir, Harri, teg háðaðu við! v13 Men vit, títt fólk og tað fylgið, tú røktar, vit vilja tær allar ævir lova, ætt eftir ætt kunngera títt prís.