Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 8
v1 Til songmeistarans; til gittit; ein sálmur av Dávidi. v2 Harri, vár drottin, hvør vegligt er navn títt um allan heimin, tú, hvørs dýrd røkkur til himna! v3 Av smábarna og bróstabarna munni tú verju hevur tær gjørt, fyri tína fígginda skuld, fyri øvundarmonnum og hevndsjúkum at steðga. v4 Líti eg at tínum himni, fingraverki tínum, mána og stjørnum, sum tú hevur fest – v5 hvat er tá maður, at tú minnist á hann, og mannabarn, at tær kemur tað í hug! v6 Tú gjørdi hann nærum til Guð, hevur krýnt hann við dýrd og við æru, v7 hevur sett hann at ráða yvir handaverki tínum og alt undir føtur hans lagt, v8 seyð og oksar, alt tilsaman, markarinnar villdjór tillíka, v9 himmalsins fuglar og havsins fiskar, alt, ið á sævargøtum ferðast. v10 Harri, vár drottin, hvør vegligt er navn títt um allan heimin!