Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Sálmarnir 80
v1 Til songmeistarans; til sjusjanedut; av Ásafi; ein sálmur. v2 Ísraels hirði! tú gevi ljóð, tú leiði Jósef sum seyðafylgi! Tú, ið yvir kerúbum trónar, lat lýsa ljóma tín v3 fyri Efraim, Benjamin og fyri Manasse! Bjóða út megi tína, og kom tú til hjálpar okkum! v4 Herskaranna Guð, reis okkum aftur á føtur, lat lýsa ásjón tína, at vit mega bjargað verða! v5 Harri, herskaranna Guð, hvør leingi hevur vreiði tín rokið, tó at fólk títt bað? v6 Tú hevur okkum mettað við táranna breyði, givið okkum grát at drekka í fullum skálum; v7 hevur latið okkum verða eina eymd fyri gronnum, fíggindar várir okkum spotta. v8 Herskaranna Guð, reis okkum aftur á føtur, lat lýsa ásjón tína, at vit mega bjargað verða. v9 Tú sleitst upp eitt víntræ úr Egyptalandi, tú heidnar rakst út og setti tað niður. v10 Tú ruddaði rundan um røtur tess, tað rótfestist og fylti alt landið. v11 Fjøllini avtakin vórðu av skugga tess, Guðs sedristrø av greinum tess. v12 Tað breiddi út at havinum kvistar sínar og at ánni greinar sínar. v13 Hví hevur tú garðin brotið niður uttan um tað, so at ferðafólk øll tað ræna, v14 villsvín úr skóginum hava tað etið, djór av heiðini hava bitið tað av? v15 Herskaranna Guð, reis okkum aftur á føtur, lat lýsa ásjón tína, at vit mega bjargað verða. Lít av himni niður og hygg eftir, hav umsorgan fyri víntræi hesum! v16 Fjálga um tað, sum tín høgra hond plantaði, tann kvist, sum tú aldi tær upp! v17 Teir hava í eldi tað brent og greinar tess brotið, lat teir farast av hóttan úr andliti tínum! v18 Halt tína hond yvir manninum við høgru hond tína, yvir menniskjusyninum, sum tú aldi tær upp! v19 So vilja vit ikki víkja tær frá, tú okkum varði, so vilja á navn títt vit kalla! v20 Harri, herskaranna Guð, reis okkum aftur á føtur, lat lýsa ásjón tína, at vit mega bjargað verða!