Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Sálmarnir 81
v1 Til songmeistarans; til gittit; av Ásafi. v2 Hevjið fagnaðarróp fyri Guði, mátti várum, latið lovsongin glymja fyri Jákups Guði! v3 Syngið og leikið á bumbu, á undurføgru hørpu og saltur! v4 Blásið í lúður í tendring, og tá full sól lýsir á hátíðardegi várum! v5 Tí so er tað siður í Ísrael, og ein rættur hjá Jákups Guði. v6 Hann tað setti sum eina samtykt í Jósef, tá ið hann úr Egyptalandi fór út. Hann hoyrdi eitt mál, sum hann ikki kendi: v7 «Eg byrðini lyfti av herðum hans, hans hendur eru frá børuni slopnar. v8 Í neyðini tú rópti, og eg tær hjálpti, eg svaraði tær, í toruskýum fjaldur, eg teg við Meriba-vøtnini royndi. Sela. v9 Lýð á, fólk mítt, og eg vil teg áminna, gævi, Ísrael, at tú bert meg vildi hoyra! v10 Eingin má annar gud hjá tær vera, fyri fremmandum gudi tú ikki mást níga. v11 Eg Harrin, eg eri Guð tín, hann, ið teg førdi úr Egyptalandi út! Lat upp munn tín, at eg hann kann fylla! v12 Men fólk mítt ei hoyrdi mína reyst, og Ísrael vildi ikki meg lýða. v13 Tá læt eg teir fara í tvørlyndi teirra, læt teir ganga eftir teirra egnu ráðum. v14 Gævi, at fólk mítt tó vildi meg hoyra, Ísrael ganga vegir mínar! v15 Brádliga eg læt tá teirra fíggindar lúta, eg hondini lyfti móti teirra øvundarmonnum. v16 Hatarar teirra skuldu falla til jarðar, undirgangur teirra vara um ævir! v17 Eg vildi tað metta við fiti av hveiti, við fjallahunangi eg vildi tað føða!»