Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 82
Ein sálmur; av Ásafi.
v1 Guð er staddur á gudafundi, mitt ímillum guda heldur hann dóm: v2 «Hvussu leingi vilja tit døma rangar dómar og við vándum monnum draga eina línu? Sela. v3 Veitið teim veiku og faðirleysu rætt, latið neyðstødd og fátæk fáa sømdir. v4 Hjálpið teim ørmu og eymu, bjargið teim úr vándra manna hondum! v5 Teir eru uttan vit og skil, í myrkri teir ganga, tí riða jarðarríkis grundarstólpar allir. v6 Sagt eg havi: gudar tit eru, synir hins hægsta allir samlir; v7 men av sonnum tit eins og menn skulu doyggja og falla sum høvdingar aðrir.» v8 Reis teg, Guð, halt yvir jørðini dóm, tí yvir fólkasløgum øllum Harri tú ert!