Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 83
v1 Ein songur, ein sálmur, av Ásafi. v2 Guð, tú halt teg ei í friði, ver ei tigandi og stillur, o Guð! v3 Tí sí, tínir fíggindar gera slíkan háva, tínir hatarar høvdinum lyfta! v4 Loynibrøgd teir móti fólki tínum ætla, leggja ráðini saman móti teimum, tú goymdi. v5 Teir siga: «Komið, úr fólkanna tali tey oyðum, aldri meira skal minnast Ísraels navn!» v6 Ja, teir hava ráðlagt av einum huga, eru gingnir í felag móti tær saman, v7 Edóms tjøld og Ísmaelitar, Móab og Hagritar, v8 Gebal, Ammon, Ámalek, Filistaland og Týrusmenn. v9 Eisini Assur er við teimum í hóslag og hevur arm sín Lots sonum lænt. Sela. v10 Ger við teir sum við Midjan, sum við Sisera, sum við Jábin við Kisjon á, v11 ið gingu til grundar við En-Dór og til taðfall á markini vórðu! v12 Lat teimum gangast sum Órebi og Zeebi, øllum teirra høvdingum sum Zeba og Zalmunna! v13 Tí at teir søgdu: «Vit vilja okkum vinna bústaðin hjá Guði!» v14 Lat teir, Guð mín, verða sum leyvið, sum bosið, ið fýkur fyri vindi! v15 Sum eldurin, ið kolar upp viðarskógv, sum login, ið svíður fjøllini av, v16 soleiðis reki tú teir burtur við stormi tínum, ræði tú teir við óveðri tínum! v17 Fyll teirra andlit við skommum, at teir mega navn títt søkja, Harri! v18 Lat um ævir teir skammast og ræðast! Lat teir verða skemdar og fara til grundar! v19 Lat teir sanna, at eina tú bert navnið Harri, hin hægsti yvir heimin allan!