Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 86
Ein bøn; av Dávidi.
v1 Harri, vend oyra títt til og mær svara, tí armur og eymur eg eri. v2 Varða tú lív mítt, tí eg eri trúgvur, bjarga tænara tínum, ið á teg lítur! v3 Náða meg, Harri, tú ert mín Guð, tí allan dagin eg á teg kalli! v4 Gleði tú sál veiti tænara tíns, tí, Harri, til tín eg sál mína hevji! v5 Tí tú, Harri, ert góður og várkunnsamur, ríkur av náði móti øllum, ið á teg kalla! v6 Gev, Harri, bøn míni ljóð, lýð á mína bønligu reyst! v7 Á neyðardegi eg rópi til tín, tí tú vilt svar mær veita. v8 Tú, Harri, fært ikki líka millum guda, gerningar tínir fáa ikki líka! v9 Fólkasløg øll, sum tú hevur skapað, skulu koma og níga fyri ásjón tíni, og skulu navn títt æra, Harri; v10 tí stórur tú ert, og tú undurverk gert, tú eina ert Guð! v11 Ger mær, Harri, veg tín kunnan, lat meg ganga í sannleika tínum, sameina mítt hjarta at óttast títt navn! v12 Harri, Guð mín, av øllum mínum hjarta eg lova tær vil og títt navn altíð æra, v13 tí mikil er móti mær miskunn tín, úr heljardýpi hevur tú sál míni bjargað! v14 Níðingar, Guð, eru móti mær reistir, ein flokkur av illmennum søkir mítt lív, teg hava teir ikki fyri eygum! v15 Men tú, Harri, er ein mildur og miskunnsamur Guð, tolinmóður og av góðsku og trúskapi ríkur! v16 Vend tær til mín og gev mær náði, gev mátt tín tænara tínum, bjarga syni trælkonu tínar! v17 Ger eitt tekin mær fyri góðum, at hatarar mínir mega síggja við skommum, at tú, Harri, hevur mær hjálpt og meg uggað!