Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 87
Av Kora sonum, ein sálmur, ein songur.
v1 Tann stað, ið hann hevur grundað á teimum heilagu fjøllum, v2 Zions portur elskar Harrin fram um allar bústaðir Jákups. v3 Mæt eru talað um teg orð, tú Guðs staður! Sela. v4 «Ráhab og Bábel eg nevni fyri teirra skuld, ið tilbiðja meg; her er Filistaland, Týrus og Kusj, hjá einum er føðistaður her, hjá øðrum har. v5 Men Zion verður móðir kallað, har eiga teir føðistað allir sum ein.» Hin hægsti heldur tí uppi. v6 Harrin telur eftir í fólkanna bókum: «Hesin er føddur her og hasin har.» Sela. v7 Og dansandi syngja teir: «Allar mínar keldur eru í tær.»