Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 88
v1 Ein songur; ein sálmur; av Kora sonum; til songmeistarans; al-mahalat-leannot; ein maskil av Hemani Ezrahita. v2 Harri, mín Guð, um dagin eg kalli, um náttina er mítt róp tær íhjá. v3 Lat mína bøn koma tær fyri eygu, legg oyra títt at harmastynjan míni! v4 Tí sál mín er av ólukkum mett, lív mítt komið er nær at heljum! v5 Eg mettur verði javnt við teir, sum í grøv fóru niður, eri vorðin eins og máttleysur maður! v6 Eg eri komin í avdeyðalag rætt sum falnir, teir, ið hvíla undir moldum, sum longu eru gingnir tær úr huga og eru farnir tær av hond! v7 Tú hevur meg lagt í helheims helli, í myrkrið í djúpinum niðri. v8 Vreiði tín meg tungliga nívir, allar tínar aldur tú á meg lætst bróta. Sela. v9 Mínar frændur hevur tú frá mær rikið, til eina andstygd meg gjørt fyri teimum. Eg innistongdur eri og kann ikki sleppa út. v10 Míni eygu eru av neyð míni maktað. Hvønn dag, Harri, eg kalli á teg, og rætti móti tær mínar hendur. v11 Manst tú væl gera undur fyri teim deyðu, munnu skuggarnir rísa at veita tær lov? Sela. v12 Munnu tey undir moldum siga frá miskunn tíni, frá trúfesti tíni í avgrundar dýpi? v13 Munnu undur tíni verða í myrkrinum boðað, ella rættvísi tín í gloymskunnar landi? v14 Men eg, Harri, rópi á teg, á morgni nærkar mín bøn sær til tín! v15 Hví koyrir tú, Harri, sál mína burtur og fjalir fyri mær tína ásjón? Sela. v16 Armur eg eri og komin at deyða, frá ungdómi havi eg borið tínar ræðslur, og eg lúgvist! v17 Tín fúkandi vreiði er yvir meg komin, tínar ræðslur meg gera til einkis. v18 Tær um meg flokkast allan dagin sum vatn, í felagi sláa tær um meg ring. v19 Vinir og frændur tú frá mær hevur rikið, mín næsti er deyðans myrkur!