Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 9
v1 Til songmeistarans; til mut-labben; ein sálmur av Dávidi. v2 Eg vil Harranum lova av øllum hjarta mínum, um øll undurverk tíni vil eg boða; v3 eg vil fegnast í tær og frøast, eg vil lovsyngja navn títt, tú hægsti, v4 tí mínir fíggindar undan stukku, snávaðu og fullu fyri andliti tínum; v5 tí tú hevur rætt mín framt og mína sak, hevur sett teg í hásæti sum ein rættvísur dómari. v6 Heidningarnar hevur tú agað, teir gudleysu oytt og strokið út teirra navn ævinliga og altíð; v7 fíggindin hvarv, oyddur med alla, staðir tú legði í oyði, teirra minni er útdeytt. v8 Men Harrin hevur sæti um allar ævir, setir teknarstól sín til dóms; v9 og hann dømir jarðarríkið við rættvísi, við rættlæti fellir hann yvir fólkum dóm. v10 Harrin er teimum neyðstøddu skjól, skjól í neyðartíðum; v11 teir líta á teg, ið kenna títt navn, tí ikki tú sveikst teir, ið á teg heita, Harri! v12 Syngið Harranum lov, ið á Zion býr! Gerið kunn millum manna hans stórverk! v13 Tí sum blóðhevnari hevur hann tey í huga hjá sær, ikki gloymir hann arminga róp. v14 Náða meg, Harri, hygg neyð mín av fíggindum mínum, tú, ið lyftir meg upp úr deyðans durum, v15 at eg kann boða allan tín prís, og í Zions portrum gleðast av frelsu tíni! v16 Soknir eru heidnir menn í ta grøv, teir gróvu; í tí garni, teir loyndu, teirra fótur varð dreivaður. v17 Harrin gav seg í ljós, dóm hevur hann hildið, í verki av egnum hondum varð hin gudleysi fangaður. Higgajon, Sela. v18 Gudleysir skulu venda aftur í helheim, allir heidningar, ið gloyma Guð; v19 tí ikki allan aldur verður armur gloymdur, vón teirra neyðstøddu týnd allar ævir. v20 Reis teg, Harri, lat ei mann fáa valdið, lat heidningar fáa dóm fyri andliti tínum! v21 Loyp á teir ræðslu, Harri, lat heidningar kenna, at teir eru menn! Sela.