Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 90
Ein bøn av Guðsmanninum Mósesi.
v1 Harri, tú okkum skjól hevur verið ætt eftir ætt. v2 Áðrenn fjøllini vórðu til, áðrenn jørð og heimur vórðu fødd, um aldur og allar ævir ert tú, o Guð! v3 Tú menniskjurnar aftur til moldar letur venda, tú býður: «Komið aftur tit menniskjunnar børn!» v4 Tí fyri tær eru túsund ár sum dagurin í gjár, tá hann liðin er, og sum náttarvøka ein. v5 Tú rykkir tey burtur, sum ein svøvnur tey verða, á morgni tey eru sum grasið, ið grør; v6 á morgni tað blómar og grør, á kvøldi tað følnar og doyr. v7 Tí vit ganga til av vreiði tíni, vit óttast av ilsku tíni. v8 Tú sett hevur misgerðir várar tær fyri eygu, várar duldu syndir fyri andlits tíns ljós. v9 Allir várir dagar fara í vreiði tíni, sum kongurvág hvørva okkara ár. v10 Sjúti ár er æviskeið várt, og um mikil er megin áttati ár, og teirra dýrd er bert sút og møði, tí tíðin rennur, og vit fljúgva avstað. v11 Hvør kennir máttin í vreiði tíni og ilsku tína svá, sum óttin fyri tær tað krevur? v12 At telja várar dagar tú okkum læri, at vit mega vísdóm í hjartanum fáa! v13 Vend aftur, Harri! Hvussu leingi tó! Hav várkunn við tænarum tínum! v14 Metta okkum við miskunn tíni um morguntíð, lat okkum gleðast og fegnast allar várar dagar! v15 Gev okkum gleði fyri teir dagar, tú okkum nívdi, fyri tey ár, tá ið vit høvdu tað ringt! v16 Kunnger títt verk fyri tænarum tínum, og tína dýrd fyri sonum tínum. v17 Harrans Guðs várs yndi yvir okkum veri! Tað, várar hendur havast at, fyri okkum tú fremji! Ja, frem tú handaverk vár!