Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 91
v1 Sælur er tann, sum situr í lívd hins hægsta, sum skjól sær søkir í skugga almáttugans, v2 sum sigur til Harrans: «Høli mítt, borg mín, Guð mín, sum á eg líti!» v3 Tí hann tær vil bjarga frá jagarans snerru, frá drepandi sótt. v4 Hann sínar veingir út yvir teg breiðir, undir hans fjaðrum lívd tú finnur. v5 Ei skalt tú ræðast ræðslur á nátt, ella ørv, ið flýgur á degi; v6 ei sótt, ið seg sníkir í myrkri, ella sjúku, ið herjar um middagsleitið. v7 Um so túsund falla tær við lið, og tíggju ferðir túsund við høgru hond tína, teg tað tó einki skal saka, hans trúfesti vernd er og verja. v8 Bert við tínum eygum skalt tú tað síggja, revsing teirra gudleysu fært tú at skoða. v9 Tí Harrin høli títt er, hjá hinum hægsta søkti tú skjól. v10 Einki ilt tær henda skal, eingin ólukka nærkast tínum tjaldi. v11 Tí einglum sínum boð hann gevur teg at varða á øllum tínum leiðum. v12 Á hondum skulu teir teg bera, at tú ei fót tín skal meiða á nøkrum steini. v13 Tú treður á slangur og ormar, leyvur og drekar traðkar tú niður. v14 «Tí at hann meg elskar, eg honum hjálpi, eg honum bjargi, tí hann kennir navn mítt; v15 kallar hann á meg, eg honum svari, í neyðum eg hjá honum eri. Eg hann frelsi og veiti honum æru. v16 Við æviskeiði longum eg hann vil metta og lata hann skoða frelsu mína!»