Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 93
v1 Harrin tók kongavald, klæddur í hátign, Harrin seg klæddi í megi og við henni seg gyrdi. Hann jarðarríkið festi, so at ikki tað vikast. v2 Frá upphavi er settur kongsstólur tín, um ævir og aldur ert tú. v3 Streymarnir ljóðaðu, Harri, streymarnir lótu rødd sína ljóða, streymarnir lótu dun sítt ljóða. v4 Men meira enn ljóðið av veldigum vøtnum, meira enn havaldubrotið hann vegligur er; vegligur er Harrin á himni háum. v5 Sára sannir eru vitnisburðir tínir, húsi tínum heilagskapur sømir, so leingi, Harri, sum dagar eru til!