Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 94
v1 Harri, hevndarinnar Guð, hevndarinnar Guð, sýn teg í dýrd! v2 Reis teg, jarðarríkis dómari, og løn teim hugmóðigu gerðir teirra! v3 Hvør leingi, Harri, skulu gudleysir menn, hvør leingi skulu gudleysir gleðast? v4 Teir reypa og eru í orðum frekir, hvør níðingur spelkin sær brettir. v5 Fólk títt, Harri, teir kúga, við ogn tíni fara teir illa. v6 Teir einkjur og fremmandar drepa og faðirleys sláa í hel. v7 Teir siga: «Ei man Harrin tað síggja, Jákups Guð fær tað ikki at vita.» v8 Fatið tað tó, tykkara býttlingar millum fólkið! Tykkara dárar, nær fáa tit skil? v9 Hann, ið setti oyrað, man hann ikki hoyra, hann, ið gjørdi eygað, man hann ikki síggja? v10 Hann, ið elur upp tjóðirnar, man hann ikki revsa, hann, ið menniskjuni vitið gevur? v11 Harrin kennir menniskjunnar hugsan, at hon bert ein fáfongd er. v12 Sælur, Harri, er maður, ið sjálvur tú agar, og sum tú kennir í tíni lóg v13 fyri at veita honum ró móti teim óndu døgum, til grøv er teimum gudleysu grivin. v14 Tí ikki skúgvar Harrin fólk sítt burtur, og ogn síni ikki hann sleppir, v15 fyrr enn rætturin aftur til rættvísi vendir, og allir rættsintir honum geva viðhald. v16 Hvør veitir mær hjálp móti illgerðarmonnum, hvør vil meg móti níðingum styðja? v17 Ja, um Harrin ikki hjálp mín var, tá brátt mín sál var í tagnarheimi. v18 Tá ið eg helt: «Nú gleppur mín fótur útav,» tá styðjaði, Harri, góðska tín meg! v19 Í hjartans tunga móði mínum uggaðu sál mína troystarorð tíni! v20 Ert tú í felag við spillunnar dómstóli, sum skapar órætt, sum var hann rættur? v21 Tó at teir á hin rættvísa ráðast og oysa út sakleyst blóð, v22 so er tó Harrin mín fasta borg og Guð mín mær klettur og høli. v23 Hann vil teimum løna misgerðir teirra og vil teir oyða fyri illskap teirra, Harrin vár Guð vil teir oyða!