Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 95
v1 Komið, latum okkum fyri Harranum fegnast, rópum fagnaðarróp fyri várar frelsu kletti! v2 Stígum fram fyri hans ásjón við lovi, kvøðum gleðiljóð honum til æru! v3 Tí ein veldigur Guð er Harrin, drottin mikil yvir øllum gudum; v4 jarðarríkis dýpi eru í hendi hans, hann eigur fjallanna tindar. v5 Hans er havið, sum hann hevur skapað, tað fasta landið hans hendur gjørdu. v6 Komið, fallum niður og boyggjum vár knæ, nígum fyri Harranum, skapara várum! v7 Tí at hann er vár Guð, og vit eru tað fólk, sum hann gætir, tað fylgi, sum hond hans røktar!
Gævi, at tit í dag vildu hoyra mína reyst: v8 «Herðið ikki hjørtu tykkara sum við Meriba, sum hin dagin við Massa í oyðimørkini, v9 tá ið fedrar tykkara freistaðu meg og royndu meg, tó at teir sóu mítt verk. v10 Í fjøruti ár var eg leiður við hesa ætt, og eg segði: Tey eru eitt fólk við villum hjørtum, og vegir mínar ikki tey vita! v11 Og tí svór eg í vreiði míni: Aldri skulu tey koma inn til hvílu mína.»