Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 97
v1 Harrin tók kongavald. Heimurin gleðist! Fegnist fjarlagdar strendur allar! v2 Í skýggjum og myrkri hann huldur er, rættur og rættvísi eru hans hásætisstuðlar. v3 Eldur gongur undan honum og logar rundan um fótaspor hans. v4 Ljós hans skyggja um heimin, jørðin sær tað og bivast. v5 Fjøllini bráðna sum vaks fyri Harranum yvir øllum heimi. v6 Himin boðar rættferð hans, tjóðir allar dýrd hans skoða. v7 Allir bílætadýrkarar verða til skammar, teir, ið sær av skurðgudum rósa; gudar allir fyri honum níga. v8 Zion tað hoyrir og gleðist, Júda døtur seg frøa um dómar tínar, Harri. v9 Tí tú, Harri, ert um allan heimin hin hægsti, hevjaður hátt upp um allar gudar. v10 Harrin teir elskar, ið hata tað illa, hann varðveitir sálir heilagu sína, úr gudleysa hondum hann teimum bjargar. v11 Fyri rættvísum íbirtist ljós, fyri rættsintum gleði. v12 Gleðist um Harran, rættvísir menn, syngið heilaga navni hans lov!