Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Sálmarnir 98
Ein sálmur.
v1 Syngið fyri Harranum nýggjan song, tí at hann hevur undurverk gjørt; hans høgra hond hevur vunnið honum sigur og heilagi armur hans. v2 Harrin hevur kunngjørt frelsu sína, fyri heidna manna eygum lýst rættvísi sína. v3 Hann hevði í minni góðsku sína, trúfesti sína móti Ísraels ætt. Hin víða verøld hevur skoðað ta frelsu, sum Guð vár givið hevur. v4 Glym fyri Harranum jarðarríkið alt, rópa fagnaðarróp og syng! v5 Leikið fyri Harranum við hørpum, við hørpum og ljóði av songi! v6 Latið dynja lúðrar og horn, latið dynja fyri ásjón kongsins! v7 Havið bróti alt, sum tað er, jørðin fegnist og íbúgvar hennar! v8 Áirnar klappi lov í lógvar, fegnist fjøllini øll v9 fyri ásjón Harrans, tí at hann kemur, hann kemur jarðarríkið at døma! Hann jørðina í rættvísi dømir og fólkasløgini við rætti sínum.