Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 99
v1 Harrin tók kongavald. Fólkini biva. Á kerúbum hann situr; jarðarríki riðar. v2 Harrin í Zion vegligur er, hátt yvir øllum fólkum hann stendur. v3 Tey prísa hans navni, ið er øgiligt og mikið. Hann heilagur er. v4 Tú kongur ert, ið rættferð elskar, rættvísi heldur tú uppi, rætt og skjal tú í Jákupi hevur gjørt. v5 Hálovið Harranum, Guði várum, nígið niður fyri fótskør hans! Hann heilagur er. v6 Móses og Áron eru millum hans presta, Sámuel millum teirra, ið ákalla hans navn. Teir kalla á Harran, og hann teir bønhoyrir. v7 Í skýstólpanum hann til teirra talar, ið boðorð hans halda og ta lóg, hann teimum gav. Hann heilagur er. v8 Harri, vár Guð, tú teir bønhoyrir, ein fyrigevandi Guð ert tú teimum vorðin, ið várkunnar teimum tað, sum teir gjørdu. v9 Hálovið Harranum, Guði várum, nígið fyri hans heilaga fjalli! Tí Harrin, vár Guð, heilagur er!