Orðafrágreiðingar
|
Onnur Mósebók, kapittul 10
Áttanda plágan: Ongsprettur
v1
Tá segði Harrin við Móses: «Gakk inn fyri Fárao! Tí at eg havi hert hjarta hansara og hjørtu tænara hans, til tess at eg má gera hesi jartekin míni teirra millum,
v2
so at tú kanst siga børnum og barnabørnum tínum frá, hvussu eg fór við Egyptum, og frá jartekinum mínum, sum eg gjørdi teirra millum; tá munnu tit sanna, at eg eri Harrin!»
v3
Síðan gingu Móses og Áron inn fyri Fárao og søgdu við hann: «So sigur Harrin, Guð Hebrea: Hvussu leingi ætlar tú at berast undan at eyðmýkja teg fyri mær? Gev fólki mínum loyvi at fara, so at tey mega tæna mær!
v4
Men vilt tú ikki lata fólk mítt fara, so skal eg í morgin lata ongsprettur koma inn yvir land títt;
v5
tær skulu hylja landið, so at jørðin ikki sæst, og eta upp allar leivdir hjá tykkum, sum komust undan heglinginum, og gnaga upp øll trø tykkara, sum spretta úr jørðini.
v6
Og tær skulu fylla hús tíni og hús alra tænara tína og hús alra Egypta, so at hvørki fedrar tínir ella fedrar fedra tína nakrantíð skulu hava sæð tílíkt frá tí degi, teir vórðu bornir í heim, og alt at hesum degi!» Síðan snúðist hann frá Fárao.
v7
Men tænarar Fáraos søgdu við hann: «Hvussu leingi skal hesin maður elva okkum vanda? Gev monnunum loyvi at fara, so at teir mega tæna Harranum, Guði sínum! Sært tú ikki enn, at Egyptaland verður lagt oyðið?»
v8
Móses og Áron vórðu tá aftur stevndir fyri Fárao; og hann segði við teir: «Farið nú og tænið Harranum, Guði tykkara! Men hvørjir eru tit, ið ætla tykkum at fara?»
v9
Móses svaraði: «Vit ætla okkum at fara bæði við ungum og gomlum; bæði synir og døtur, smalur og stórdýr skulu vit hava við okkum, tí at vit skulu halda hátíð Harrans.»
v10
Tá segði hann við teir: «Harrin fylgi tykkum, um eg skuldi latið tykkum farið við konum og børnum! Men her síggja tit, at ilt býr tykkum í huga!
v11
Nei, farið tit kallmenn og tænið Harranum, tí at tað var tað, sum tit bóðu um!» Síðan vórðu teir riknir út frá Fárao.
v12
Tá mælti Harrin við Móses: «Rætt út hond tína yvir Egyptaland, so at ongsprettur koma yvir Egyptaland og eta upp allan gróður á jørðini og alt tað, sum komst undan heglinginum!»
v13
Tá rætti Móses stav sín út yvir Egyptaland, og Harrin læt eystanvind blása inn yvir landið allan tann dagin og alla náttina; og tá ið tók at lýsa fyri degi, kom eystanvindurin við ongsprettunum.
v14
Og ongspretturnar komu inn yvir alt Egyptaland og løgdust á allar landslutir í so miklum flokkum, at tílíkt ikki hevur verið áður og verður ongantíð aftur.
v15
Tær huldu alt landið, so at vøllurin varð svartur av teimum; tær ótu upp allan gróður á jørðini og allan ávøkst á trøunum, sum høvdu komist undan heglinginum, so at einki grønt var eftir hvørki á trøum ella á urtum um alt Egyptaland.
v16
Tá sendi Fárao sum skjótast boð eftir Mósesi og Ároni og segði við teir: «Eg havi syndað móti Harranum, Guði tykkara, og móti tykkum!
v17
Men fyrigevið mær nú synd mína hesa einu ferðina og biðið Harran, Guð tykkara, um at lata henda deyðaváða víkja frá mær!»
v18
Síðan fór Móses út frá Fárao og bað til Harrans.
v19
Tá læt Harrin hann ganga vesturá við harðveðri, sum tók ongspretturnar og floygdi teimum út í Reyðahavið, so at ikki ein ongspretta var eftir í øllum Egyptalandi.
v20
Men Harrin herdi hjarta Fáraos, so at hann loyvdi ikki Ísraelsmonnum at fara.
Níggjunda plágan: Myrkrið
v21
Tá segði Harrin við Móses: «Rætt út hond tína móti himni, so skal koma yvir Egyptaland tílíkt myrkur, at takandi er í tað!»
v22
Og Móses rætti út hond sína móti himni; tá varð bølamyrkur um alt Egyptaland í tríggjar dagar.
v23
Eingin sá annan, og eingin flutti seg haðan, sum hann var staddur í tríggjar dagar; men allar staðir, har Ísraelsmenn búðu, var ljóst.
v24
Tá sendi Fárao boð eftir Mósesi og segði: «Farið avstað og tænið Harranum; latið einans smalur og stórdýr tykkara verða eftir; men kvinnur og børn mega tit hava við tykkum.»
v25
Men Móses svaraði: «Tú verður eisini at lata okkum fáa djór við, so at vit fáa ofrað Harranum, Guði várum, sláturoffur og brennioffur.
v26
Fenað okkara mega vit eisini hava við okkum; ikki ein kleyv má verða eftir, tí at tað skulu vit hava at tæna Harranum, Guði okkara, við; og vit vita ikki, hvat okkum til tess verður tørvur á, fyrr enn vit eru komnir hagar.»
v27
Men Harrin herdi hjarta Fáraos, so at hann ikki vildi loyva teimum at fara.
v28
Og Fárao segði við hann: «Hav teg burtur frá mær og vara teg væl fyri at koma aftur fyri eygu míni; tí at ta stund, tú kemur mær fyri eygu, skalt tú týna lívið!»
v29
Móses svaraði: «Rætt sigur tú! Eg skal ongantíð aftur koma tær fyri eygu!»
|