Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Onnur Mósebók, kapittul 11
Síðsta plágan verður boðað
v1 Tá segði Harrin við Móses: «Enn eina plágu vil eg lata koma yvir Fárao og Egyptaland; og aftan á hana man hann loyva tykkum at fara hiðan; tá letur hann tykkum fara við øllum, ið tit eiga; ja, hann skal sjálvur koyra undir at fáa tykkum hiðan. v2 Sig nú við fólkið, at hvør maður skal biðja granna sín og hvør kona biðja grannkonu sína um silvurgripir og gullgripir!» v3 Harrin læt nú fólkið toknast Egyptum væl; eisini var maðurin Móses mikil í metum í Egyptalandi bæði hjá tænarum Fáraos og hjá fólkinum. v4 Tá mælti Móses: «So sigur Harrin: Um miðju nátt vil eg ganga mitt ígjøgnum Egyptaland. v5 Tá skulu allir frumburðir í Egyptalandi týna lívið, alt frá frumgitna syni Fáraos, ið situr í hásæti sínum, og til frumgitna sonar trælkonunnar, ið stendur við kvørnina; og somuleiðis allir frumburðir fenaðarins. v6 Tá skal hevjast harmaróp um alt Egyptaland so andskræmiligt, at tílíkt ikki hevur hoyrst áður og verður ongantíð aftur. v7 Men at nøkrum Ísraelsmanni skal ikki so mikið sum rakki goyggja, hvørki at monnum ella djórum, til tess at tú skalt vita, at Harrin ger greinarmun ímillum Egypta og Ísraelsmanna! v8 Tá skulu allir hesir tænarar tínir koma til mín og lúta mær og siga: Far avstað hiðan, tú og alt tað fólk, ið við tær er! Og tá ætli eg at fara!» Síðan fór hann í øðini út frá Fárao. v9 Men Harrin segði við Móses: «Ikki man Fárao fara at lurta eftir tykkum, so at jartekin míni verða mong í Egyptalandi.» v10 Og tó at Móses og Áron gjørdu øll hesi jartekin beint fyri eygunum á Fárao, herdi Harrin hjarta hansara soleiðis, at hann ikki læt Ísraelsmenn sleppa út úr landi sínum.