Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Onnur Mósebók, kapittul 13
Lógir um tað frumborna og um hátíð hinna ósúrgaðu breyða
v1 Tá talaði Harrin við Móses og segði: v2 «Tú skalt halga mær allar frumburðir, alt, sum opnar móðurlív hjá Ísraelsmonnum, hvørt tað eru menn ella djór; tað er mítt!»
v3 Móses segði nú við fólkið: «Minnist henda dagin, tá ið tit fóru út úr Egyptalandi, út úr trælahúsinum; tí at við sterkari hond leiddi Harrin tykkum út haðan. Einki súrgað breyð mega tit eta. v4 Í dag fara tit avstað, í ábib mánaði. v5 Og tá ið Harrin leiðir teg inn í land Kánáanita, Hetita, Ámorita, Hivita og Jebusita, sum hann svór fedrum tínum at geva tær, tað landið, sum flýtur í mjólk og hunangi, tá skalt tú halda henda halgisið í hesum mánaði. v6 Sjey dagar skalt tú eta ósúrgað breyð, og hin sjeyndi skal vera hátíð fyri Harranum. v7 Á hesum sjey døgum skal ósúrgað breyð verða etið; hvørki súrgað breyð ella nakað súrdeiggj má síggjast hjá tær í øllum landi tínum. v8 Á tí degi skalt tú greina syni tínum frá hesum og siga, at hetta er til minnis um, tað Harrin gjørdi fyri teg, tá ið tú fórt út úr Egyptalandi. v9 Hetta skal vera tær tekin á hond tíni og áminningarmerki á enni tínum, til tess at lóg Harrans skal vera á munni tínum; tí at við sterkari hond leiddi Harrin teg út úr Egyptalandi. v10 Hesa skipan skalt tú halda á ásettari tíð ár eftir ár. v11 Og tá ið Harrin hevur leitt teg inn í land Kánáanita, so sum hann svór tær og fedrum tínum, og gevur tær tað, v12 tá skalt tú ogna Harranum alt, sum opnar móðurlív, alt frumborið av kallkyni undan fenaði tínum skal hoyra Harranum til. v13 Men allar frumburðir undan asnum tínum skalt tú loysa við lambi; og loysir tú tað ikki, skalt tú hálsbróta tað. Og allar frumburðir manna hjá sonum tínum skalt tú loysa. v14 Tá ið sonur tín seinni spyr teg: «Hvat hevur hetta at týða?» Tá skalt tú svara honum: «Við sterkari hond leiddi Harrin okkum út úr Egyptalandi, úr trælahúsinum; v15 tí at tá ið Fárao av hørðum huga sýtti okkum at fara, tá drap Harrin allar frumburðir í Egyptalandi bæði undan monnum og fenaði; tessvegna ofra vit Harranum alt av kallkyni, sum opnar móðurlív, men loysa allar frumburðir hjá børnum okkara. v16 Og hetta skal vera tykkum tekin á hond tykkara og áminningarmerki á enni tykkara, tí at við sterkari hond leiddi Harrin okkum út úr Egyptalandi.»
Ferðin til Reyðahavsins. Skýstólpin og eldstólpin
v17 Tá ið Fárao slepti fólkinum avstað, leiddi Guð tey ikki á vegnum til Filistalands, tó at tað var stytsta leiðin; tí at Guð hugsaði, at tey kundu fara at iðra seg, tá ið tey sóu ófrið ganga á og snúgvast aftur til Egyptalands. v18 Men Guð læt fólkið fara í bug eftir reynvegnum móti Reyðahavinum. Herbúnir fóru Ísraelsmenn út úr Egyptalandi. v19 Og Móses tók bein Jósefs við sær; tí at hann hevði lagt Ísraelsmonnum dýran við og sagt: «Vissuliga man Harrin vitja tykkum, flytið tá bein míni hiðan við tykkum!» v20 Síðan fluttu teir úr Sukkot og settu búðir sínar í Etam við útjaðaran á oyðimørkini. v21 Men Harrin gekk undan teimum um dagin í skýstólpa til at vísa teimum vegin og um náttina í eldstólpa til at lýsa teimum, so at teir kundu ganga dag sum nátt. v22 Um dagin veik ikki skýstólpin frá fólkinum og ikki heldur eldstólpin um náttina.