Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Onnur Mósebók, kapittul 14
Ferðin yvir Reyðahavið
v1 Tá talaði Harrin við Móses og segði: v2 «Bjóða Ísraelsmonnum at snúgvast við aftur og seta búðir sínar við Pi-Hákirot millum Migdols og havsins áraka Báal-Zefon; har skulu tit seta búðir tykkara við havið. v3 Tá man Fárao halda um Ísraelsmenn, at teir eru vilstir í landinum, og at oyðimørkin hevur byrgt teir inni. v4 Og eg skal herða hjarta Fáraos, so at hann heldur aftan á teir; og tá skal eg sýna dýrd mína á Fárao og øllum heri hansara, so at Egyptar skulu vita, at eg eri Harrin!» Teir gjørdu nú so.
v5 Men tá ið kongur Egypta frætti, at fólkið var rýmt, skiftu Fárao og tænarar hansara hug móti fólkinum, og teir søgdu: «Hví hava vit latið Ísraelsmenn sleppa undan at træla fyri okkum?» v6 Hann læt tá hervagn sín búgva til og tók menn sínar við sær. v7 Hann tók seks hundrað úrvalshervagnar og allar hervagnar Egypta og mannaði teir allar við avrekskøppum. v8 Tí at Harrin herdi hjartað á Fárao, kongi Egyptalands, so at hann helt aftan á Ísraelsmenn; men Ísraelsmenn vóru farnir avstað undir verndarhond. v9 Egyptar hildu nú aftan á teir, allir hestar og hervagnar Fáraos, reiðmenn og allur herur hans; og teir fingu teir aftur har, ið teir høvdu sett búðir sínar við havið við Pi-Hákirot áraka Báal-Zefon. v10 Tá ið nú Fárao nærkaðist, hevjaðu Ísraelsmenn eygu síni og sóu, at Egyptar eltu teir; tá vórðu Ísraelsmenn ógvuliga ræddir og rópaðu til Harrans; v11 og teir søgdu við Móses: «Hví hevur tú gjørt hetta at føra okkum út úr Egyptalandi? Vóru ikki nóg nógvar gravir í Egyptalandi til okkara, at tú fekst okkum út higar í oyðimørkina at doyggja? v12 Sannast nú ikki tað, sum vit søgdu við teg í Egyptalandi: «Far frá okkum! Vit vilja træla fyri Egyptar, tí at betri er okkum at træla fyri Egyptar enn at doyggja her í oyðimørkini!» v13 Tá segði Móses við fólkið: «Óttist ikki, men standið stinnir, so skulu tit síggja frelsu Harrans, ið hann vil lata vera tykkum fyri í dag; tí at hesar Egyptar, sum tit síggja í dag, skulu tit ongantíð um ævir fáa aftur at síggja! v14 Harrin vil berjast fyri tykkum, men tit skulu halda tykkum kvirrar!»
v15 Tá segði Harrin við Móses: «Hví rópar tú til mín? Bjóða Ísraelsmonnum at halda longur fram. v16 Og hav tú upp hond tína og rætt stav tín út yvir havið og klúgv tað sundur, so at Ísraelsmenn mega ganga turrskøddir beint yvir um havið! v17 Sí, eg man herða hjørtu Egypta, so at teir halda aftan á teir, og tá skal eg sýna dýrd mína á Fárao og øllum heri hans, á hervagnum og reiðmonnum hans. v18 Egyptar skulu fáa at sanna, at eg eri Harrin, tá ið eg sýni dýrd mína á Fárao, á hervagnum og reiðmonnum hans!»
v19 Men eingil Guðs, ið hevði gingið undan herbúðum Ísraels, flutti seg nú og gekk aftan á teir; og skýstólpin, ið hevði verið fyri framman teir, flutti seg aftur um teir v20 og kom ímillum herbúða Egypta og herbúða Ísraelsmanna; men skýggið breiddi út myrkur annan vegin og lýsti upp náttina hin vegin, og soleiðis komu hvørgir nær øðrum alla náttina. v21 Men Móses rætti hond sína út yvir havið; og Harrin læt alla náttina koma storm av eystri, sum rak sjógvin burtur og gjørdi havið at turrlendi; og vøtnini klovnaðu sundur. v22 Tá gingu Ísraelsmenn turrskøddir mitt ígjøgnum havið, meðan vøtnini stóðu sum veggir til høgru og vinstru handa á teimum. v23 Egyptar, allir hestar Fáraos, allir hervagnar hans og reiðmenn hildu aftan á teir og eltu teir mitt út í havið. v24 Men á morgunvøkuni leit Harrin út úr eld- og skýstólpanum yvir at herliði Egypta og loypti ekka á tað; v25 og hann tók hjólini undan vagnum teirra og tálmaði ferð teirra. Tá søgdu Egyptar: «Latum okkum flýggja undan Ísraelsmonnum, tí at Harrin berjist við teimum móti Egyptum!»
v26 Men Harrin segði við Móses: «Rætt aftur hond tína út yvir havið, so skulu vøtnini falla aftur yvir Egyptar, yvir hervagnar og reiðmenn teirra!» v27 Móses rætti tá hond sína út yvir havið; og í lýsingini fell vatnið aftur í farveg sín, beint meðan Egyptar komu flýggjandi ímóti tí; tá rak Harrin Egyptar mitt út í havið. v28 Og vøtnini fullu aftur og huldu hervagnar og reiðmenn, allan her Fáraos, ið hevði elt teir út í havið; ikki ein teirra komst undan á lívi. v29 Men Ísraelsmenn gingu turrskøddir mitt ígjøgnum havið, og vatnið stóð eins og veggur til høgru og vinstru handa á teimum. v30 Soleiðis bjargaði Harrin tann dagin Ísrael úr hondum Egypta; og tá ið Ísraelsmenn sóu Egyptar liggja deyðar á sævarstrondini v31 og sóu ta kraftargerð, ið Harrin hevði útint á Egyptum, tá óttaðist fólkið Harran og trúði á hann og á Móses tænara hans.