Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Onnur Mósebók, kapittul 16
Meylan Ísraels
v1 Síðan hildu teir út úr Elim, og á fimtanda degi í øðrum mánaði, eftir at teir vóru farnir út úr Egyptalandi, kom allur savnaður Ísraels saman í oyðimørkina Sin, ið liggur millum Elim og Sinai. v2 Tá meylaði allur savnaður Ísraelsmanna inn á Móses og Áron í oyðimørkini. v3 Og Ísraelsmenn søgdu við teir: «Gævi vit vóru deyðir fyri hond Harrans í Egyptalandi, har vit sótu um kjøtpottarnar og ótu okkum mettar; tí at tit hava leitt okkum út í hesa oyðimørk, til tess at lata alla hesa mannfjøld doyggja í hungri!»
Manna og lynghøsn
v4 Men Harrin segði við Móses: «Sí, eg vil lata regna breyð av himni niður til tykkara; og fólkið skal fara út hvønn dag og henta so mikið, sum teimum dagliga tørvar; soleiðis vil eg royna teir, um teir ganga eftir lóg míni ella ikki. v5 Og tá ið teir sætta dagin tilreiða tað, sum teir hava borið heim, skal tað vera tvær ferðir so nógv, sum tað, ið teir hava savnað hinar dagarnar.» v6 Tá søgdu Móses og Áron við allar Ísraelsmenn: «Í kvøld skulu tit viðurkenna, at tað er Harrin, ið hevur leitt tykkum út úr Egyptalandi; v7 og í morgin skulu tit síggja dýrd Harrans, við tað at hann hevur hoyrt meylan tykkara inn á Harran; og hvat eru vit, at tit meyla inn á okkum?» v8 Og Móses legði afturat: «Hetta skal bera á, tá ið Harrin gevur tykkum kjøt um kvøldið til matna og um morgunin breyð at metta tykkum við; tí at Harrin hevur hoyrt meylan tykkara, hvussu tit hava meylað inn á hann; tí at hvat eru vit? Ikki inn á okkum hava tit meylað, men inn á Harran!»
v9 Móses segði nú við Áron: «Sig við allan savnað Ísraelsmanna: Gangið fram fyri ásjón Harrans; tí at hann hevur hoyrt meylan tykkara!» v10 Og tá ið Áron talaði hetta við allan savnað Ísraelsmanna, tá snúðust teir móti oyðimørkini, og sí, dýrd Harrans birtist í skýnum! v11 Og Harrin talaði við Móses og segði: v12 «Eg havi hoyrt meylan Ísraelsmanna; tala til teirra og sig: Um ljósatendring skulu tit eta kjøt og um morgunin metta tykkum við breyði; og tit skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, Guð tykkara.» v13 Tá ið tað nú var komið at kvøldi, kom flokkur av lynghønum dettandi niður og huldi búðirnar; og um morgunin dreiv døggin um búðirnar. v14 Og tá ið mjørkin lætti í, sí, tá lá yvir oyðimørkini eitthvørt tunt og skurvut, tunt eins og mjøll á jørðini.
v15 Tá ið Ísraelsmenn sóu hetta, søgdu teir hvør við annan: «Hvat er hetta?» Tí at teir vistu ikki, hvat tað var; men Móses segði við teir: «Hetta er tað breyðið, sum Harrin gevur tykkum til føðslu. v16 Og soleiðis hevur Harrin fyriskipað: Savnið av tí so nógv, sum hvørjum er tørvur á til matna, ein omer til mans; hvør tykkara skal henta eftir fólkatalinum í tjaldi sínum.» v17 Ísraelsmenn gjørdu nú soleiðis og hentaðu saman, summir meira og summir minni. v18 Og tá ið teir mettu tað í omermáti, tá hevði hann, sum hevði hentað nógv, ikki ov mikið, og hann, sum hevði hentað lítið, ikki ov lítið; hvør hentaði tað, sum honum tørvaði til matna. v19 Tá segði Móses við teir: «Eingin má goyma nakað av tí til morgunin eftir!» v20 Men teir lurtaðu ikki eftir Mósesi; og summir teirra goymdu av tí til morgunin eftir; men maðkur kom í tað, so at tað dampaði. Tá reiddist Móses inn á teir. v21 Soleiðis hentaðu teir nú hvønn morgun tað, sum hvørjum var tørvur á til matna; men tá ið sólin kom hægri upp, bráðnaði tað.
v22 Sætta dagin hentaðu teir tvífalt av breyði, tveir omer til mans; tá komu allir høvdingar savnaðarins og søgdu Mósesi frá hesum. v23 Men hann segði við teir: «Hatta er beint tað, sum Harrin hevur sagt! Í morgin er hvíludagur, heilagur hvíludagur fyri Harranum; bakið tað, sum tit skulu baka, og sjóðið tað, sum tit skulu sjóða, men beinið burtur alt, sum loypur av, og goymið tykkum tað til morgins!» v24 Soleiðis beindu teir tað burtur til morgunin eftir, eins og Móses hevði boðið; og tá dampaði tað ikki og var heldur ikki ormetið. v25 Og Móses segði: «Í dag skulu tit eta hetta; tí at í dag er hvíludagur fyri Harranum; í dag finna tit einki á markini. v26 Í seks dagar skulu tit henta, men sjeynda dagin er hvíludagur; tá verður einki at finna.» v27 Kortini fóru nakrir av fólkinum út at henta sjeynda dagin, men funnu einki. v28 Tá segði Harrin við Móses: «Hvussu leingi vilja tit berast undan at varðveita boðorð míni og lóg mína? v29 Síggja tit! Harrin hevur givið tykkum hvíludagin; og tessvegna gevur hann tykkum á sætta degi breyð til tveir dagar. Tá skulu tit sita heima og eingin tykkara fara frá húsum á sjeynda degnum!» v30 Tá hvíldi fólkið á hinum sjeynda degi.
v31 Ísraelsmenn nevndu tað manna; tað líktist hvítum koriandrafræi og smakkaði eins og hunangskøka. v32 Og Móses segði: «Hetta er tað, sum Harrin beyð tykkum: Tit skulu fylla ein omer av tí og goyma eftirkomarum tykkara hann, til tess at teir mega síggja tað breyð, sum eg gav tykkum at eta í oyðimørkini, tá ið eg leiddi tykkum út úr Egyptalandi.» v33 Síðan segði Móses við Áron: «Tak ker og lat upp í tað fullan omer av manna og set tað framman fyri ásjón Harrans í varðveitslu til eftirkomarar tykkara.» v34 Og Áron tók ker, so sum Harrin hevði boðið Mósesi, og setti tað í varðveitslu framman fyri vitnisburðinum. v35 Men Ísraelsmenn ótu manna í fjøruti ár, til teir komu inn í bygt land; teir ótu manna, til teir komu at marki Kánáanlands. v36 Ein omer er tíggjundi partur av eini efu.