Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Onnur Mósebók, kapittul 17
Móses slær vatn av kletti
v1 Síðan helt allur savnaður Ísraelsmanna út úr oyðimørkini Sin og helt áfram við steðgum av og á, eins og Harrin hevði boðið; men tá ið tey settu upp herbúðir í Refidim, hevði fólkið einki vatn at drekka. v2 Tá klandraðist fólkið við Móses og segði: «Gev okkum vatn at drekka!» Men Móses svaraði teimum: «Hví klandrast tit við meg? Hví freista tit Harran?» v3 Men fólkið tysti eftir vatni, meylaði inn á Móses og segði: «Hví leiddi tú okkum úr Egyptalandi til tess at lata okkum og børn okkara og fenað doyggja í tosta?» v4 Tá rópaði Móses til Harrans og segði: «Hvat skal eg gera við hetta fólk? Tað vantar lítið í, at teir grýta meg við gróti!» v5 Men Harrin svaraði Mósesi: «Gakk fram fyri fólkið; tak nakrar av hinum elstu í Ísrael við tær og hav í hond tíni stav tann, sum tú slóst á Nílánna við, og far so avstað! v6 Sí, eg skal standa framman fyri tær har á klettinum við Hóreb; tá ið tú slært á klettin, skal vatn spretta fram, so at fólkið fær at drekka.» Móses gjørdi nú soleiðis, meðan hinir elstu í Ísrael vóru hjástaddir. v7 Og hann nevndi staðin Massa og Meriba, av tí at har høvdu Ísraelsmenn klandrast og freistað Harran við at siga: «Man nú Harrin vera okkara millum ella ikki?»
Bardagi við Ámalekitar
v8 Síðan komu Ámalekitar at stríðast ímóti Ísrael í Refidim. v9 Tá segði Móses við Jósva: «Kjósa tær menn og halt í bardagar við Ámalekitar; so skal eg í morgin standa dygst uppi á heygnum við stavi Guðs í hondini!» v10 Jósva gjørdi tá, eins og Móses hevði sagt honum, og fór í bardaga við Ámalekitar, men Móses, Áron og Hur gingu dygst niðan á heyggin. v11 Tá bar so á, at hvørja ferð Móses hevði upp hendur sínar, vóru Ísraelsmenn við yvirlutan, men hvørja ferð hann læt hendurnar síga, vóru Ámalekitar við yvirlutan. v12 Og tá ið Móses møddist í hondunum, skúgvaðu teir stein inn undir hann; hann settist á hann; og Áron og Hur styðjaðu hendur hansara hvør sínumegin hann. Soleiðis vóru hendur hans upplyftar, alt til sól fór til viða. v13 Og Jósva jarðlegði Ámalek og herlið hansara við svørði.
v14 Tá segði Harrin við Móses: «Rita hetta í bók til áminningar og prenta tað í minnið á Jósva, tí at eg vil oyða av minnið um Ámalek undir himni!» v15 Síðan reisti Móses altar og nevndi tað «Harrin er hermerki mítt.» v16 Og hann segði: «Frá hásæti Harrans er útrætt hond; ætt eftir ætt berjist Harrin við Ámalek.»