Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Onnur Mósebók, kapittul 18
Jetro vitjar Móses
v1 Men tá ið Jetro, prestur í Midian, verfaðir Mósesar, hoyrdi um alt, sum Guð hevði gjørt fyri Móses og Ísrael, fólk sítt, hvussu Harrin hevði leitt Ísrael út úr Egyptalandi, v2 tá tók Jetro, verfaðir Mósesar, Zipporu, konu Mósesar, sum hann hevði sent heim aftur, v3 og báðar synir hansara; annar teirra æt Gersjom, tí at hann hevði sagt: «Eg eri útiseti í fremmandum landi;» v4 og hin æt Eliezar, tí at hann hevði sagt: «Guð faðirs míns er hjálp mín, og hann hevur bjargað mær undan svørði Fáraos;» v5 og Jetro, verfaðir Mósesar, kom til Mósesar við sonum og konu hansara út í oyðimørkina, har ið hann hevði herbúðir sínar við fjall Guðs, v6 og læt bera Mósesi hesi tíðindi: «Jetro, verfaðir tín, er komin til tín við konu tíni og báðum sonum hennara.» v7 Móses fór tá út ímóti verfaðir sínum, lútaði honum og kysti hann; og tá ið teir høvdu heilsast, gingu teir inn í tjaldið. v8 Móses segði nú verfaðir sínum frá øllum, ið Harrin hevði gjørt Fárao og Egyptum fyri Ísraels sakir, frá øllum treytum, ið teimum høvdu verið fyri á ferðini, og hvussu Harrin hevði bjargað teimum. v9 Tá gleddist Jetro yvir alt tað góða, sum Harrin hevði gjørt Ísrael, við tað at hann hevði bjargað teimum úr hondum Egypta. v10 Og Jetro segði: «Lovaður veri Harrin, ið bjargaði tykkum úr hondum Egypta og úr hondum Fáraos! v11 Nú veit eg, at Harrin ber av øllum gudum, tí at hann hevur bjargað fólkinum úr hondum Egypta, stuðlaður til tess av dramblæti teirra móti Ísraelsmonnum!» v12 Jetro, verfaðir Mósesar, bar nú fram brennioffur og sláturoffur Guði til handa; og Áron og allir hinir elstu í Ísrael komu og hildu máltíð saman við verfaðir Mósesar fyri ásjón Guðs.
Jetro kennir Mósesi nýggja rættarskipan
v13 Morgunin eftir settist Móses at skipa fólkinum rætt; og fólkið stóð frammi fyri honum frá morgni til myrkurs. v14 Men tá ið verfaðir Mósesar sá alt tað strev, ið Móses hevði við fólkinum, segði hann: «Hvat er hetta fyri strev, sum tú hevur við fólkinum? Hví situr tú einsamallur og dømir, meðan alt fólkið stendur frammi fyri tær frá morgni til myrkurs?» v15 Móses svaraði verfaðir sínum: «Jú, fólkið kemur til mín til tess at leita ráð við Guð. v16 Og hvørja ferð teir hava kærumál sín ámillum, koma teir á fund við meg; og tá dømi eg teirra millum og kenni teimum fyriskipanir Guðs og lógir hans.» v17 Men verfaðir Mósesar segði við hann: «Hetta fer ikki at bera til, sum tú gert; v18 á henda hátt leggjast tit fyri, bæði tú og fólkið, sum við tær er; hetta er ov nógv strev fyri teg, tí tú fært ikki gjørt hetta einsamallur. v19 Men lurta nú eftir mær, so skal eg leggja tær ráð, og Guð skal vera við tær: Tú skalt sjálvur fólksins vegna ganga fram fyri Guð og bera sakarmál teirra fram fyri hann; v20 og tú skalt kenna teimum skipanirnar og lógir og kunngera teimum vegin, sum teir skulu ganga, og tað, sum teir eiga at gera. v21 Men tú skalt kjósa tær úr øllum fólkinum dugandi menn, ið óttast Guð, og rættlátar menn, ið hata órættvísan vinning, og teir skalt tú skipa høvdingar yvir teimum, summar yvir túsund, summar yvir hundrað, summar yvir fimmti og summar yvir tíggju. v22 Teir skulu javnan mæla fólkinum lógskil, soleiðis at teir við øllum hinum størru málum skulu koma til tín, men í smærri málum skulu teir sjálvir døma; soleiðis skalt tú lata teir dugna tær hond og lætta um strev títt. v23 Gert tú hetta, og Guð vil tað soleiðis, tá skalt tú ikki lúgvast, og alt hetta fólk fara heim til sín sjálvs í øllum góðum.»
v24 Móses lýddi orðum verfaðirs síns og gjørdi alt, sum hann hevði sagt; v25 hann kjósaði sær dugandi menn av øllum Ísrael og skipaði teir høvdingar yvir fólkinum, til fyristøðumenn, summar yvir túsund, summar yvir hundrað, summar yvir fimmti og summar yvir tíggju; v26 teir mæltu tá alsamt fólkinum lógskil; hini torføru málini løgdu teir fram fyri Móses, og í øllum smærri málum dømdu teir sjálvir. v27 Síðan skildist Móses við verfaðir sín, og hann fór heim aftur í land sítt.