Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Onnur Mósebók, kapittul 19
Opinberingin á Sinai
v1 Í triðja mánaði eftir at Ísraelsmenn vóru farnir út úr Egyptalandi, á hesum degi komu teir í Sinai oyðimørk. v2 Teir hildu úr Refidim og komu í Sinai oyðimørk og settu herbúðir sínar í oyðimørkini; og Ísrael setti herbúðirnar áraka fjallið; v3 men Móses fór niðan til Guðs; tá rópaði Harrin til hansara av fjallinum og segði: «So skalt tú siga við Jákups ætt og kunngera Ísraelsmonnum: v4 Tit hava sjálvir sæð, hvat eg havi gjørt Egyptum, og hvussu eg havi borið tykkum á arnarveingjum og leitt tykkum higar til mín. v5 Um tit nú vilja lýða rødd míni og halda sáttmála mín, so skulu tit vera ogn mín fram um allar tjóðir, tí at mín er øll jørðin. v6 Og tit skulu vera mær prestaríki og heilag tjóð! Hetta eru tey orð, ið tú skalt mæla við Ísraelsmenn.» v7 Tá ið Móses kom oman aftur, stevndi hann til sín hinum elstu fólksins og kunngjørdi teimum alt, ið Harrin hevði boðið honum. v8 Og alt fólkið svaraði og segði: «Vit vilja gera alt, ið Harrin hevur sagt!» Tá flutti Móses Harranum aftur orð fólksins.
v9 Og Harrin segði við Móses: «Sí, eg vil koma til tín í dimmum skýggi, so at fólkið má hoyra meg tala við teg og trúgva eisini á teg um ævir.» Síðan flutti Móses Harranum orð fólksins aftur. v10 Tá segði Harrin við Móses: «Far til fólkið og lat teir halga seg í dag og í morgin og tváa klæði síni v11 og vera búnar á triðja degi, tí at á triðja degi skal Harrin stíga oman á Sinai fjall fyri alra manna eygum. v12 Men tú skalt seta upp mark alt í kring fyri fólkinum og siga: «Varið tykkum fyri at fara niðan á fjallið, ja, fyri at nerta við undirlendi tess; hvør, ið nertur við fjallið, skal vissuliga týna lívið. v13 Eingin hond má nerta við hann, men hann skal verða grýttur við gróti ella skotin til bana; hvørt tað er djór ella maður, skal tað týna lívið. Tá ið so veðrahornið gellir, skulu teir fara niðan á fjallið.» v14 Síðan fór Móses oman av fjallinum til fólkið, og hann læt fólkið halga seg og tváa klæði síni. v15 Og hann segði við fólkið: «Verið búnir triðja dagin og komið tess ámillum ikki nær nakrari konu!» v16 Triðja dagin í lýsingini legðist eitt tjúkt skýggj á fjallið við toruslátti og snarljósum; og hin harðasti lúðrablástur gelti, so at alt fólkið í búðunum nøtraði. v17 Tá leiddi Móses fólkið út úr búðunum til at møta Guði; og tey tóku støðu undir fjallinum. v18 Og alt Sinai fjall var hult í royki, av tí at Harrin steig niður á tað í eldi; roykurin stóð upp úr tí eins og roykurin úr bræðsluovni; og alt fjallið skalv. v19 Lúðraljómurin harðnaði nú í hvørjum; Móses talaði, og Guð svaraði honum við harðari rødd. v20 Tá ið Harrin var stigin niður á Sinai fjall, niður á fjallatindin, rópaði hann Móses niðan á fjallatindin. Tá fór Móses niðan. v21 Og Harrin segði við Móses: «Far oman og legg fólkinum dýran við ikki at skotra seg fram, so at tey síggja Harran, og soleiðis fjøldin av teimum ferst. v22 Eisini prestarnir, sum annars nærkast Harranum, skulu halga seg, til tess at Harrin ikki brýtur skarð í manngarð teirra.» v23 Men Móses segði við Harran: «Fólkið má jú ikki koma niðan á Sinai fjall, tí at tú hevur sjálvur lagt okkum dýran við og sagt: Setið mark kring um fjallið og halgið tað!» v24 Tá segði Harrin við hann: «Far nú oman og hav Áron niðan aftur við tær; men prestarnir og fólkið mega ikki troðka seg niðan móti Harranum, so at hann ikki brýtur skarð í manngarð teirra!» v25 Móses gekk tá oman til fólkið og segði teimum hetta.