Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Onnur Mósebók, kapittul 20
Hini tíggju boðini
v1 Og Guð talaði øll hesi orð og mælti: v2 «Eg eri Harrin, Guð tín, sum leiddi teg út úr Egyptalandi, úr trælahúsinum. v3 Tú mást ikki hava aðrar gudar enn meg. v4 Tú mást ikki gera tær skurðmyndir ella nakað líki av tí, sum er í erva á himninum ella í neðra á jørðini ella av tí, sum er í havinum undir jørðini; v5 ikki mást tú tilbiðja ella dýrka tað, tí at eg Harrin, Guð tín, eri vandlátur Guð, sum lati misgerðir fedranna vitja aftur á børnini í triðja og fjórða lið hjá teimum, ið meg hata, v6 men sýni miskunn í túsunda lið móti teimum, ið meg elska og varðveita boðorð míni! v7 Tú mást ikki misbrúka navn Harrans, Guðs tíns, tí at Harrin sigur ikki tann ósekan, ið misbrúkar navn hans. v8 Minst til at halda hvíludagin heilagan! v9 Í seks dagar skalt tú starva og vinna øll verk tíni, v10 men sjeyndi dagurin er hvíludagur fyri Harranum, Guði tínum; tá mást tú ikki vinna at nøkrum verki, hvørki tú ella sonur ella dóttir tín ella trælur ella trælkona ella fenaður tín ella útisetin, ið býr hjá tær fyri innan borgarlið tíni! v11 Tí at í seks dagar skapaði Harrin himin og jørð og hav og alt, sum har er, og hvíldi hin sjeynda dagin; tessvegna vælsignaði hann hin sjeynda dagin og halgaði hann. v12 Æra faðir tín og móður tína, so at tú mást liva leingi í tí landi, sum Harrin, Guð tín, vil geva tær! v13 Tú mást ikki sláa í hel. v14 Tú mást ikki dríva hor. v15 Tú mást ikki stjala. v16 Tú mást ikki bera rangan vitnisburð ímóti næsta tínum. v17 Tú mást ikki girnast hús næsta tíns. Tú mást ikki girnast konu næsta tíns, ikki húskall ella arbeiðskonu hansara, ikki oksa ella asna hans ella nakað, sum næsti tín eigur.»
Ræðsla fólksins fyri Guði
v18 Men tá ið alt fólkið varð vart við torusláttin og snarljósini og lúðrablásturin, og tey sóu fjallið rúkandi, tá kom fjáltur á fólkið, og teir høvdu seg langt burtur. v19 Og teir søgdu við Móses: «Tala tú við okkum, so skulu vit lýða á, men lat ikki Guð tala við okkum, so at vit ikki skulu týna lívið!» v20 Men Móses svaraði fólkinum: «Óttist ikki, tí at Guð er komin til tess at royna tykkum, og til tess at tit mega óttast hann, so at tit ikki synda.» v21 Fólkið hevði seg tá langt burtur, meðan Móses gekk at skýsortanum, sum Guð var í. v22 Og Harrin segði við Móses: «Soleiðis skalt tú siga við Ísraelsmenn: Tit hava sjálvir sæð, at eg havi talað til tykkara av himni.
Forboð fyri avgudadýrkan
v23 Tit skulu ikki gera tykkum gudar umframt meg; gudar av silvuri, gudar av gulli skulu tit ikki gera tykkum!
Lógir um altar
v24 Tú skalt búgva mær altar til av mold og ofra á tí sum brennioffur og takkaroffur smalur tínar og stórdýr tíni; og allar staðir, har ið eg lati navn mítt minnast, vil eg koma til tín og signa teg. v25 Men reisir tú mær steinaltar, skalt tú ikki byggja tað av høgdum gróti, tí at bert tú meitil á tað, vanhalgar tú tað. v26 Ikki skalt tú ganga eftir trøppum upp á altar mítt, so at ikki blygd tín skal vera ber yvir tí.