Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Onnur Mósebók, kapittul 21
Lógir um trælir
v1 Hesar eru tær lógir, sum tú skalt leggja fyri fólkið: v2 Tá ið tú keypir hebráiskan træl, skal hann tæna tær í seks ár, men á sjeynda skalt tú geva honum frælsi uttan samsýning. v3 Kom hann einsamallur, skal hann fara burtur aftur einsamallur; men hevði hann konu, skal konan fara við honum. v4 Hevur húsbóndi hansara fingið honum konu, og hon føðir honum synir ella døtur, tá skulu konan og børn hennara hoyra húsbónda hennara til; og hann skal fara einsamallur burtur. v5 Men um trælurin sigur: «Eg eri vorðin góður við húsbónda mín, konu mína og børn míni, eg leggi einki í frælsið, v6 tá skal húsbóndi hansara leiða hann fram fyri Guð og lata hann standa upp við hurðini ella upp við durastavinum; og húsbóndi hansara skal renna sýl ígjøgnum oyra hansara; og skal hann tá tæna honum alla ævi sína. v7 Tá ið maður selur dóttur sína sum trælkonu, skal hon ikki verða fræls aftur á sama hátt sum trælirnir. v8 Og mistykkir hon húsbónda sínum, ið hevði ætlað sær hana, tá skal hann loyva, at hon verður loyst; ikki má hann hava vald at selja fremmandum fólki hana, eftir at hann hevur svikið hana. v9 Men ætlar hann syni sínum hana, tá skal hann fara við henni eins og við dóttur síni. v10 Og tekur hann sær konu afturat, tá eigur hann ikki at skerða vistir ella klædna- ella hjúnalagsrætt hennar. v11 Veitir hann henni ikki rætt í hesum trimum, tá er henni loyvt at fara burtur ókeypis uttan samsýning.
Lógir um valdsgerðir
v12 Hvør, ið slær mann, so at hann doyr, skal týna lívið; v13 og var tað ikki ætlan hans, men Guð læt hann koma fyri hond hansara, tá gevi eg tær griðstað, sum hann kann flýggja til. v14 Men um einhvør drambsligur drepur næsta sín við svikum, tá skalt tú taka hann, um tað so er frá altari mínum, og drepa hann. v15 Tann, ið slær faðir sín og móður sína, skal týna lívið. v16 Tann, ið stjelur mann, skal týna lívið, hvørt hann hevur selt hann, ella hann verður funnin hjá honum. v17 Tann, ið biður ilt yvir faðir og móður, skal týna lívið.
v18 Um tveir menn fara at klandrast, og annar slær hin við steini ella neva, so at hann verður rekkjulagstur, men uttan at fáa deyðamein, v19 tá skal hann, ið sló, vera reinur, um hin kemur aftur á føtur og fær gingið úti við stavi; men hann skal endurgjalda honum tíðarspell og heilsubótarkostnað. v20 Slær maður træl sín ella trælkonu sína við stavi, so at tey doyggja fyri hond hansara, tá skal tað verða hevnt honum aftur; v21 men verða tey ein ella tveir dagar á lívi, skal tað ikki verða hevnt honum aftur, tí at tey vóru jú ogn hansara. v22 Rúka menn saman og koma undir konu, sum er við barn, so at hon hittir reis, men einki annað mein fær, tá skal hann bøta tað, sum maður konunnar leggur á hann, og gjalda fyri tað deyðfødda barnið. v23 Men stendst av tí mein, tá skalt tú lata lív fyri lív, v24 eyga fyri eyga, tonn fyri tonn, hond fyri hond, fót fyri fót, v25 brunamerki fyri brunamerki, sár fyri sár, skeinu fyri skeinu. v26 Slær maður eyga út á træli ella trælkvendi sínum, so at tað verður løstað, tá skal hann geva teimum frælsið aftur fyri eyga teirra. v27 Slær hann tonn út á træli ella trælkvendi sínum, tá skal hann geva teimum frælsið aftur fyri tonn teirra.
v28 Stangar oksi mann ella konu til bana, tá skal oksin verða grýttur við gróti, og kjøtið av honum ikki verða etið, men ánari oksans skal vera sakarleysur. v29 Men hevði oksin áður verið mannúlvur, og ánarin hevði verið varaður við, men kortini ikki goymt at oksanum, so at hann varð manni ella konu at bana, tá skal oksin verða grýttur við gróti og ánarin týna lívið; v30 men verður bót honum áløgd, tá skal hann loysa seg undan bana við so miklum fæ, sum lagt verður á hann. v31 Hvørt tað er sonurin ella dóttirin, ið stangað verða, skal verða farið við honum eftir hesum løgmáli. v32 Stangar oksin træl ella trælkvendi, tá skal ánarin gjalda húsbónda teirra tríati siklar í silvuri og oksin verða grýttur við gróti.
Lógir um endurgjald
v33 Letur maður brunn standa opnan ella grevur brunn og leggur ikki yvir hann, so at oksi ella asni dettur í hann, v34 tá skal ánari brunsins bøta; hann skal endurgjalda honum, ið djórini átti, men sjálvur hava tað deyða djórið. v35 Tá ið oksi stangar annars mans oksa at bana, tá skulu teir selja oksan, ið eftir livir, og býta virðið fyri hann sín ámillum; eisini hin deyða oksan skulu teir býta sín ámillum. v36 Men hevði ánarin frammanundan verið varaður við, at oksin var mannúlvur, og kortini ikki goymt at honum, tá skal hann samsýna oksa fyri oksa, men sjálvur hava hin deyða oksan.