Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Onnur Mósebók, kapittul 24
Sáttmálagerðin við Sinai. Lógartalvurnar
v1 Og hann segði við Móses: «Komið niðan til Harran, tú og Áron, Nádab og Ábihu og sjeyti av hinum elstu í Ísrael og tilbiðið fjarstaddir. v2 Móses eina má nærkast Harranum, ikki hinir; og fólkið má heldur ikki koma niðan við honum.» v3 Tá ið Móses kom aftur og kunngjørdi fólkinum øll orð Harrans og allar skipanirnar, svaraði alt fólkið við einari rødd og segði: «Øll boð Harrans vilja vit halda!» v4 Tá skrivaði Móses orð Harrans niður; og snimma morgunin eftir reisti hann altar undir fjallinum og tólv steinsúlur eftir Ísraels tólv ættargreinum. v5 Síðan sendi hann ungar Ísraelitar at frambera Harranum brennioffur og slátra tarvar sum takkaroffur. v6 Móses tók helmingin av blóðinum og læt tað upp í offurbollarnar, men hin helmingin støkti hann upp á altarið. v7 So tók hann sáttmálabókina og las upp fyri fólkinum; og teir svaraðu: «Alt, sum Harrin sigur, vilja vit gera og lýða honum!» v8 Móses tók nú blóðið og støkti á fólkið og segði: «Sí, hetta er blóð sáttmála tess, ið Harrin hevur gjørt við tykkum og grundaður er á øllum hesum orðum!
v9 Síðan fóru teir niðan, Móses, Áron, Nádab og Ábihu og sjeyti av hinum elstu í Ísrael; v10 og har sóu teir Ísraels Guð; undir fótum hans var eins og pallur av saffirhellum, ljómandi eins og himinin sjálvur. v11 Men hann legði ikki hond á Ísraels mætastu menn; teir sóu Guð og ótu og drukku.
v12 Og Harrin segði við Móses: «Kom niðan á fjallið til mín og verð har, so skal eg geva tær steintalvurnar, lógina og boðini, sum eg havi skrivað til tess at geva teimum leiðbeining.» v13 So fóru teir avstað, Móses og Jósva, tænari hans; og Móses fór niðan á fjall Guðs. v14 Men við hinar elstu segði hann: «Bíðið her, til vit koma aftur til tykkara; tit hava Áron og Hur hjá tykkum, so at um einhvør hevur mál at kæra, kann hann snúgva sær til teirra!» v15 Móses fór tá niðan á fjallið; men skýggið huldi fjallið; v16 og dýrd Harrans legði seg á Sinai fjall; og tá ið skýggið hevði hult tað í seks dagar, rópaði Harrin hin sjeynda dagin á Móses út úr miðjum skýggi; v17 men fyri Ísraelsmonnum var dýrd Harrans á at líta sum oyðandi eldur dygst uppi á fjallinum. v18 Tá fór Móses mitt inn í skýggið og gekk upp á fjallið; og Móses var uppi á fjallinum í fjøruti dagar og fjøruti nætur.