Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Onnur Mósebók, kapittul 25
Reglur um sjálvbodnar gávur til halgidómsins
v1 Og Harrin talaði við Móses og segði: v2 «Sig við Ísraelsmenn, at teir skulu veita mær avskurð; av hvørjum manni, sum av fúsum huga vil geva, skulu tit taka við avskurði til mín. v3 Og hetta er tað, ið tit skulu taka í avskurð av teimum: Gull, silvur og kopar, v4 blátt purpur og reytt purpur, skarlak, egyptiskt lín og geitahár, v5 reyðlitt veðraskinn, sækúgvaskinn, ákásiutrø, v6 olju á ljósastakan, kryddurtir til salvingarolju og angandi roykilsi, v7 sjóhamsteinar og gimsteinar at seta akulin og bringuskjøldurin við. v8 Og tú skalt tilbúgva mær halgidóm, so at eg má búgva tykkara millum; v9 í øllum lutum skalt tú gera bæði tjaldtemplið og øll reiði tess eftir teirri fyrimynd, sum eg vil sýna tær.
Reglur um ørkina
v10 Tú skalt gera ørk av ákásiuviði, hálvatriðju alin langa, hálvaaðru alin breiða og hálvaaðru alin høga. v11 Tú skalt leggja hana við reinum gulli; bæði innan og uttan skalt tú leggja hana við gulli; og kring um hana skalt tú seta brúnaborð av gulli. v12 Og tú skalt stoypa henni fýra ringar av gulli og festa teir á fýra føtur hennara, so at teir verða tveir hvørjumegin; v13 síðan skalt tú gera stengur av ákásiuviði og leggja tær við gulli v14 og seta stengurnar í ringarnar báðumegin ørkina, til tess at bera hana við teimum; v15 stengurnar skulu vera í ringum arkarinnar og mega aldrin verða tiknar úr teimum. v16 Í ørkina skalt tú leggja vitnisburðin, sum eg vil geva tær. v17 Og tú skalt gera sáttarlok av skírum gulli, hálvatriðju alin langt og hálvaaðru alin breitt. v18 Og tú skalt gera tveir kerúbar av gulli, av einlistum skalt tú gera teir, ein á hvørjum enda sáttarloksins; v19 annan kerúbin skalt tú seta á annan endan og hin kerúbin á hin endan; tú skalt gera báðar kerúbarnar áfastar við sáttarlokið hvønn á sín endan. v20 Kerúbarnir skulu breiða veingirnar út uppeftir, so at teir við veingjum sínum hylja út yvir sáttarlokið; og andlit kerúbanna skulu horva hvørt ímóti øðrum inn yvir sáttarlokið. v21 Og tú skalt leggja sáttarlokið oman yvir ørkina; og niður í ørkina skalt tú leggja vitnisburðin, sum eg vil geva tær. v22 Har skal eg koma á fund við teg; og út frá sáttarlokinum millum báðar kerúbarnar, sum eru á vitnisburðarørkini, skal eg kunngera tær øll tey boð, ið tú skalt flyta Ísraelsmonnum.
Reglur um sýnisbreyðini
v23 Framvegis skalt tú gera borð av ákásiuviði, tvær alnir langt, eina alin breitt og hálvaaðru alin høgt. v24 Tú skalt leggja tað við skírum gulli, og kring tað skalt tú gera brúnaborð av gulli. v25 Og tú skalt gera kring tað tvørrimar eina løgd breiðar og kring tvørrimarnar brún av gulli. v26 Síðan skalt tú gera fýra ringar av gulli, sum tú skalt festa í tey fýra hornini, ið eru við hini fýra bein tess. v27 Uppi við tvørrimarnar skulu ringarnir verða festir til at koyra stengurnar ígjøgnum til tess at bera borðið. v28 Stengurnar skalt tú gera av ákásiuviði og leggja tær við gulli, og við teimum skal borðið verða borið. v29 Síðan skalt tú gera tey ílát, ið borðinum hoyra til, og offurbollar, ker og skálir, ið nýtt verða til at úthella droypioffur, av skírum gulli skalt tú gera hetta. v30 Á borðinum skalt tú altíð hava sýnisbreyð liggjandi frammi fyri mær.
Reglur um ljósastakan
v31 Og tú skalt gera ljósastaka av skírum gulli; av einlistum skalt tú gera ljósastakan; føtur hans og leggir, blómbikar, knappar og leyvkrúnur skal alt verða gjørt úr einum. v32 Út frá ljósastakanum skulu teir seks leggir hans ganga, tríggir út frá aðrari lið hans og tríggir út frá hinari. v33 Á hvørjum leggi, sum gongur út frá ljósastakanum, skulu vera tríggjar blómur í mandlublómulíki, við knøppum og leyvkrúnum; v34 men á sjálvum stakanum skulu vera fýra blómur í mandlublómulíki við knøppum og leyvkrúnum, v35 soleiðis at ein knappur verður undir hvørjum pari av leggjum, ið ganga út frá ljósastakanum. v36 Knappar og leggir skulu vera gjørdir í einum við ljósastakan; alt av einlistum og av skírum gulli. v37 Og tú skalt gera lampur hansara sjey og seta tær upp, soleiðis at tær lýsa upp rúmið fyri framman honum. v38 Ljósasaksar og skarpannur, ið ljósastakanum hoyra til, skulu vera av skírum gulli. v39 Av einari talent í skírum gulli skalt tú gera ljósastakan og allar hesar lutir. v40 Men síggj so til, at tú gert hann eftir teirri fyrimynd, ið tær varð sýnd á fjallinum!