Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Onnur Mósebók, kapittul 28
Reglur um prestabúnan
v1 Síðan skalt tú lata koma til tín úr flokki Ísraelsmanna Áron bróður tín og synir hansara til tess at vera prestar mínir, Áron, Nádab, Ábihu, Eleazar og Ítámar, synir Árons. v2 Og tú skalt lata gera Ároni bróður tínum heilag klæði til heiðurs og æru. v3 Øllum hagleiksmonnum, ið eg havi fylt við vísdóms anda, skalt tú bjóða at gera Ároni hesi klæði, til tess at hann kann verða vígdur til at vera prestur fyri mær. v4 Hesi eru klæðini, ið teir skulu gera: Bróstskjøldur, akul, møttul, puntutan kyrtil, vavhúgvu og belti; heilag klæði skulu teir gera Ároni bróður tínum og sonum hansara, so at teir kunnu vera prestar fyri mær. v5 Til hetta skulu teir taka gull og blátt purpur og reytt purpur, skarlak og egyptiskt lín.
v6 Teir skulu gera akulin av gulli og bláum purpuri og reyðum purpuri, skarlaki og tvinnaðum egyptiskum líni, alt av einlistum. v7 Á honum skulu vera tvey áføst akslafesti til at stima báðar líningar hans. v8 Og akullindin, ið á honum er til at gyrða hann at sær við, skal vera áføst honum og eins og hann gjørd av gulli og bláum purpuri og reyðum purpuri, skarlaki og tvinnaðum egyptiskum líni. v9 Síðan skalt tú taka tveir sjóhamsteinar og rista á teir nøvn sona Ísraels. v10 Seks av nøvnum teirra skalt tú skriva á annan steinin og hini seks á hin steinin eftir aldri teirra. v11 Eins og innsigli verður rist í steinskurði, soleiðis skalt tú á báðar steinarnar rista nøvn sona Ísraels og groypa tey við gullumgjørð. v12 Og báðar steinarnar skalt tú seta á akslafesti akulsins, so at teir verða Ísraelsmonnum til áminningarsteinar; á henda hátt skal Áron bera nøvn teirra frammi fyri Harranum á báðum akslafestum sínum til áminningar. v13 Tú skalt gera umgjarðir av gulli v14 og tvey festi av skírum gulli, ið tú skalt flætta, eins og reip verða løgd, tey flættaðu festini skalt tú leggja á netverkið.
v15 Og tú skalt gera rættarbróstskjøldurin av einlistum eftir sama hátti sum akulin; av gulli, bláum purpuri og reyðum purpuri, skarlaki og tvinnaðum egyptiskum líni skalt tú gera hann. v16 Hann skal vera fýrhyrntur og tvífaldur, eina løgd langur og eina løgd breiður; v17 og tú skalt alseta hann við steinum í fýra røðum; í fyrsta raði skulu vera karneol, tópas og smáragd; v18 í øðrum raði rubin, saffir og jaspis; v19 í triðja raði hýasint, ágat og ámetýst; v20 í fjórða raði krýsolit, sjóham og ónýks; hvør steinurin skal liggja á sínum staði í umgjørð av gullnetverki. v21 Steinarnir skulu vera tólv samsvarandi nøvnunum á sonum Ísraels, ein fyri hvørt navnið, ristir eins og innsigli verða rist, soleiðis at hvør steinurin ber eitt av nøvnum Ísraels tólv ætta. v22 Og tú skalt gera á bróstskjøldinum snúðurfesti av skírum gulli, flættað eins og reip verða løgd. v23 Eisini skalt tú gera á bróstskjøldinum tveir ringar av gulli og festa teir við báðar líningar bróstskjaldarins v24 og knýta bæði gullfestini føst í hesar báðar ringar á líningum bróstskjaldarins. v25 Hinar báðar endarnar á báðum festunum skalt tú knýta upp í báðar umgjarðirnar og binda tey føst við akslafesti akulsins frammanvert á honum. v26 Tú skalt enn gera tveir ringar av gulli og festa teir á hinar báðar líningar bróstskjaldarins, á tveir kantar hans, ið venda inn ímóti aklinum. v27 Og uppaftur skalt tú gera tveir ringar av gulli, sum tú skalt knýta upp í akslafesti akulsins í neðra frammantil á honum, har sum hann er stimaður, omanvert við akullindina. v28 Og ringar bróstskjaldarins og ringar akulsins skulu verða knýttir saman við festi av bláum purpuri, so at tað er omanvert við akullindina, til tess at bróstskjøldurin ikki má dragna frá aklinum. v29 Áron skal soleiðis støðugt bera nøvn Ísraels sona á rættarbróstskjøldinum á brósti sínum, hvørja ferð tá ið hann gongur inn í halgidómin til áminningar um teir frammi fyri Harranum. v30 Og tú skalt leggja í rættarbróstskjøldurin Urim og Tummim, so at Áron ber tey á brósti sínum hvørja ferð, tá ið hann fer inn fyri Harran, og á tann hátt skal Áron altíð bera dóm Ísraels sona á brósti sínum frammi fyri Harranum.
v31 Møttulin innan undir aklinum skalt tú allan gera úr bláum purpuri; v32 og ovast á honum í miðjuni skal vera hálsamunni á sama hátt sum á brynju, og kring hálsamunna hansara skal vera bordi vovin, til tess at hann ikki skal fara sundur. v33 Kring undirfald hans skalt tú seta granatepli av bláum purpuri, reyðum purpuri og skarlaki og millum teirra bjøllur av gulli allan vegin kring undirfald hans, v34 soleiðis at gullbjøllur og granatepli skifta allan vegin kring undirfald møttulsins. v35 Í honum skal Áron vera, tá ið hann skipar fyri gudstænastuni, so at tað má hoyrast til hansara, tá ið hann gongur inn í halgidómin fram fyri ásjón Harrans, og tá ið hann gongur út aftur, so at hann ikki týnir lívið.
v36 Framvegis skalt tú gera spong av skírum gulli og rista á hana eins og innsigli verða rist: «Halgaður Harranum», v37 og við tráði av bláum purpuri skalt tú festa hana við vavhúgvuna; frammantil á vavhúgvuni skal hon vera. v38 Hon skal vera á enni Árons, so at Áron kann taka á seg teir brekir, ið kunnu vera á heilagu ofrum Ísraelsmanna, á øllum halgigávum, sum teir frambera; hon skal altíð vera á enni hansara til tess at vinna teimum góðtokka frammi fyri Harranum.
v39 Kyrtil av egyptiskum líni skalt tú veva puntutan og búgva til vavhúgvu av egyptiskum líni, og somuleiðis belti vovið við ymiskum litum.
v40 Eisini sonum Árons skalt tú búgva til kyrtlar og gera teimum belti og høvuðbúnar til heiðurs og prýðis. v41 Og tú skalt lata Áron, bróður tín, og synir hansara í teir og salva teir og fylla hendur teirra og halga teir til at vera prestar fyri mær. v42 Og til tess at fjala blygd teirra skalt tú gera teimum undirbrøkur av líni, sum skulu røkka frá mjødnunum niður á lørini. v43 Í teimum skulu Áron og synir hansara vera, tá ið teir ganga inn í samfundartjaldið, og tá ið teir nærkast altarinum til gudstænastu í halgidóminum, til tess at teir ikki skulu gera seg sekar og týna lívið. v44 Hetta skal vera Ároni og eftirkomarum hansara ævigt løgmál.