Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Onnur Mósebók, kapittul 31
Hagleiksmenninir verða valdir
v1 Harrin talaði framvegis við Móses og segði: v2 «Sí, eg havi kallað Bezalel Urison Hurssonar av Júdaætt v3 og fylt hann við guddómsanda, við fróðskapi, vitsku og skynsemi til alt virki, v4 bæði til at upphugsa listaverk og til at smíða úr gulli, silvuri og kopari, v5 til at skera út steinar til groypingar og gera skurðarverk úr træi – til at vinna at alskyns smíði. v6 Og eg havi givið honum Óhóliab Áhisámaksson av Dáns ætt sum hjálparmann; og øllum hagleiksmonnum havi eg givið skynsemi, so at teir mega gera alt tað, sum eg havi boðið tær: v7 Samfundartjaldið, vitnisburðarørkina, sáttarlokið á henni og øll reiði tjaldsins, v8 borðið og øll amboð tess, ljósastakan av skírum gulli og allar lutir hans og roykilsisaltarið, v9 brennioffuraltarið og øll amboð tess, tváttarkerið og fót tess, v10 skreytklæðini, halgiklæði Árons prests og prestatænastuklæði hjá sonum hansara, v11 salvingaroljuna og hitt vælangandi roykilsið í halgidóminum, alt skulu teir gera í øllum, eins og eg havi boðið tær.»
Hvíludagsboðið
v12 Framvegis talaði Harrin við Móses og segði: v13 «Tala við Ísraelsmenn og sig: Fram um alt skulu tit halda hvíludagar mínar, tí at hvíludagurin er tekin millum mín og tykkara, ættarlið eftir ættarlið, so at tit vita, at eg Harrin eri tann, ið halgar tykkum! v14 Hvíludagin skulu tit halda, tí at hann skal vera tykkum heilagur; hvør tann, ið vanhalgar hann, skal eirindaleyst týna lívið; ja, hvør maður, sum á hvíludegnum vinnur at nøkrum verki, skal vissuliga verða oyddur úr tjóð síni! v15 Í seks dagar skal verk verða vunnið, men hin sjeyndi skal vera fullkomin hvíludagur, halgaður Harranum; hvør tann, ið vinnur verk á hvíludegnum, skal vissuliga týna lívið! v16 Tí skulu Ísraelsmenn leggja sær væl í geyma at halda hvíludagin heilagan ættarlið eftir ættarlið sum ævigan sáttmála. v17 Um allar ævir skal hann vera tekin millum mín og Ísraelsmanna; tí at í seks dagar skapaði Guð himin og jørð, men á sjeynda degi hvíldi hann og unti sær andarúm.»
Harrin gevur Mósesi steintalvurnar
v18 Tá ið hann nú hevði lokið talu sína við Móses á Sinai fjalli, fekk hann honum báðar vitnisburðartalvurnar, steintalvurnar ritaðar við fingri Guðs.