Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Onnur Mósebók, kapittul 32
Gullkálvurin
v1 Men tá ið fólkið sá, at Móses drálaði við komu síni niður aftur av fjallinum, tyrptist alt fólkið kring um Áron og segði við hann: «Kom tú og ger okkum gud, sum skal vera á odda fyri okkum; tí at vit vita ikki, hvat ið er vorðið av hesum manni Mósesi, sum leiddi okkum út úr Egyptalandi!» v2 Áron svaraði teimum: «Slítið gullringarnar úr oyrunum á konum tykkara, sonum og døtrum og fáið mær teir!» v3 Tá sleit alt fólkið gullringarnar úr oyrum sínum og kom til Árons við teimum. v4 Og hann tók við teimum av hondum teirra, evnaði gullið við meitli og gjørdi stoyptan kálv av teimum. Tá søgdu teir: «Her, Ísrael, er gud tín, ið leiddi teg út úr Egyptalandi!» v5 Tá ið Áron sá hetta, reisti hann honum altar og læt kunngera: «Í morgin skal verða hildin hátíð fyri Harranum!» v6 Morgunin eftir fóru teir snimma upp og ofraðu brennioffur og frambóru takkaroffur, settust niður at eta og drekka og fóru síðan upp at halda sær at gamni.
v7 Tá segði Harrin við Móses: «Skunda tær oman aftur, tí at fólk títt, sum tú leiddi út úr Egyptalandi, hevur gjørt skaðagerð! v8 Skjótt viku teir av teirri leið, sum eg beyð teimum at ganga! Teir hava gjørt sær stoyptan kálv; og teir hava tilbiðið hann og framborið honum offur og sagt: Her, Ísrael, er gud tín, ið leiddi teg út úr Egyptalandi!» v9 Og Harrin segði við Móses: «Eg havi givið mær far um hetta fólkið og sæð, at tað er fólk við hørðum svíra. v10 Men lat meg nú ráða, so vil eg kveikja vreiði mína móti teimum og beina fyri teimum, men teg skal eg gera at miklari tjóð!» v11 Men Móses royndi at blíðka Harran, Guð sín, og segði: «Hví skal bræði tín brenna ímóti fólki tínum, ið tú hevur leitt út úr Egyptalandi við miklum mátti og sterkari hond? v12 Hví skulu Egyptar kunna siga: Við ilskuráði leiddi hann teir út, til tess at beina fyri teimum uppi millum fjalla og oyða teir út av jørðini! Lat nú brennandi bræði tína lætta av og iðra teg um tað illa, ið tú hevði ætlað at gera fólki tínum! v13 Minst tænarar tínar, Ábraham, Ísak og Ísrael, sum tú svórt við sjálvan teg og heitti: Eg vil gera avkom tykkara fjølment eins og stjørnur himinsins og geva teimum alt hetta landið, sum eg havi talað um, til ognar um allar ævir!» v14 Tá iðraði Harrin seg um ta ógævu, sum hann hevði hótt fólk sítt við.
v15 Síðan snúðist Móses oman aftur av fjallinum og hevði í hendi báðar vitnisburðartalvurnar, ið báðumegin var ritað á, á báðum síðum var ritað á tær. v16 Talvurnar vóru Guðs verk, og ritningin ritað av Guði, rist inn í talvurnar. v17 Men tá ið Jósva hoyrdi glymin av fólkinum, segði hann við Móses: «Rómur av bardaga dynur í herbúðunum!» v18 Men hann svaraði: «Hatta er hvørki rómur av monnum, ið sigrað hava, ella av monnum, ið ósigur hava havt; hatta er songur, sum eg hoyri!» v19 Og tá ið Móses nærkaðist herbúðunum og sá kálvin og dansin, varð hann so rúkandi óður, at hann tveitti talvurnar frá sær og smildraði tær niðri undir fjallinum. v20 Síðan tók hann kálvin, sum teir høvdu gjørt, brendi hann í eldi og muldi hann í dust, spjaddi tað út í vatnið og læt Ísraelsmenn drekka av tí. v21 Og Móses segði við Áron: «Hvat hevur hetta fólk gjørt við teg, at tú skuldi leiða so stóra synd yvir tað?» v22 Áron svaraði: «Verð ikki vreiður, harri mín, tú veitst sjálvur, at fólkið stundar á tað illa; v23 teir søgdu við meg: Ger okkum gud, sum kann ganga á odda fyri okkum; tí at vit vita ikki, hvat ið er vorðið av hesum manni, Mósesi, sum leiddi okkum út úr Egyptalandi. v24 Tá segði eg við teir: Øll, ið gullgripir hava, skulu slíta teir av sær og fáa mær teir! Síðan legði eg tað í eldin, og úrslitið varð hesin kálvur.»
v25 Men tá ið nú Móses sá, at fólkið einki teymahald hevði á sær, við tað at Áron hevði givið teimum leysar teymar, so at fíggindar teirra hildu fragd at teimum, v26 tá tók hann støðu við tjaldbúðaliðið og mælti: «Higar til mín allir, ið halda við Harranum!» Tá savnaðust allir Levitar til hansara. v27 Og hann mælti við teir: «So sigur Harrin, Guð Ísraels: Gyrðið tykkum allir svørði og farið um allar herbúðirnar endilangar og jarðleggið hvør sín bróður, vin og frænda!» v28 Levitarnir gjørdu nú, eins og Móses beyð teimum; og trý túsund mans av fólkinum fullu á tí degi. v29 Tá segði Móses: «Frá hesum degi skulu tit vera prestar fyri Harranum; tí fyri at eingin eirdi syni ella bróður, skal tykkum í dag verða signing fyri.» v30 Dagin eftir segði Móses við fólkið: «Tit hava syndað í stórum; men nú skal eg fara niðan til Harrans og royna at fáa í lag sáttargerð fyri syndir tykkara!» v31 Tá snúðist Móses aftur til Harrans og mælti: «Á, hetta fólk hevur syndað í stórum og gjørt sær gud av gulli! v32 Men nú biði eg teg fyrigeva synd teirra; og vilt tú ikki tað, tá biði eg teg strika meg út av bók tíni, sum tú skrivar í!» v33 Men Harrin svaraði: «Hann, ið syndað hevur ímóti mær, vil eg strika út av bók míni! v34 Men far nú og leið fólkið hagar, ið eg havi sagt tær; sí eingil mín skal ganga undan tær; men tá ið mín tími er komin, vil eg endurgjalda teimum syndir teirra!» v35 Og soleiðis sló Harrin fólkið, fyri tað at teir høvdu latið gera kálvin, sum Áron gjørdi.