Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Onnur Mósebók, kapittul 33
Móses fær boð um at flyta
v1 Síðan segði Harrin við Móses: «Far nú hiðan við fólkinum, sum tú leiddi út úr Egyptalandi, inn í tað landið, sum eg tilsvór Ábrahami, Ísaki og Jákupi, tá ið eg segði: Tínum eftirkomarum vil eg geva tað! v2 Undan tær vil eg senda eingil, sum skal reka burtur Kánáanitar, Ámoritar, Hetitar, Perezitar, Hivitar og Jebusitar v3 og føra teg inn í land, sum flýtur í mjólk og hunangi; tí at eg vil ikki fylgja við tær í ferðini, tí at fór eg við, kundi eg beint fyri tær á vegnum, av tí at tú ert fólk við hørðum svíra!» v4 Tá ið fólkið hoyrdi hesa hørðu talu, vórðu tey stúrin; og eingin bjóst til at skrýða seg við dýrgripum. v5 Men Harrin segði við Móses: «Sig við Ísraelsmenn: Tit eru fólk við hørðum svíra; um eg bert eina løtu var við tær í ferðini, mundi eg beint fyri tær; men legg nú frá tær dýrgripir tínar, so vil eg hugsa um, hvat eg skal gera fyri teg!» v6 Tá løgdu Ísraelsmenn frá sær dýrgripir sínar undir Hórebs fjalli og bóru teir ikki síðan.
Skýstólpin
v7 Móses var vanur at taka tjaldið og seta tað upp fyri uttan herbúðirnar eitt sindur burturfrá og nevndi tað samfundartjaldið; og hvør maður, ið vildi leita sær ráð hjá Harranum, fór út til samfundartjaldið, ið var fyri uttan herbúðirnar. v8 Og hvørja ferð, ið Móses fór út í tjaldið, reis alt fólkið; og allir stóðu teir hvør við sínar tjalddyr og eygleiddu Móses, til hann var komin inn í tjaldið. v9 Men tá ið Móses var komin inn í tjaldið, steig skýstólpin niður og varð standandi fyri tjalddurunum; tá talaði Harrin við Móses. v10 Og tá ið alt fólkið sá skýstólpan standa fyri tjalddurunum, fóru teir allir á føtur og tilbóðu hvør fyri sínum tjalddurum. v11 Og Harrin talaði við Móses andlit til andlits, eins og tá ið maður talar við mann. Síðan snúðist Móses aftur í herbúðirnar. Men tænari hansara, ungmennið Jósva Nunsson, veik ikki úr tjaldinum.
Ásjón Harrans
v12 Móses segði við Harran: «Sí, tú hevur sagt við meg: Før hetta fólkið vegin fram! Men tú hevur ikki kunngjørt mær, hvønn tú ætlar at senda við mær; og tó hevur tú sagt: Eg kenni teg at navni, og tú hevur funnið náði fyri eygum mínum! v13 Havi eg nú veruliga funnið náði fyri eygum tínum, tá kenn mær vegir tínar, so at eg má fáa kunnleika um teg og finna náði fyri eygum tínum. Minst til, at henda tjóð er títt fólk!» v14 Hann svaraði: «Eigi eg at lata ásjón mína fylgja tær í ferðini og leiða teg á mál?» v15 Tá segði Móses við hann: «Fylgir ásjón tín ikki við í ferðini, tá lat okkum ikki fara hiðan! v16 Av hvørjum kann tað betur sannast, at eg og fólk títt hava funnið náði fyri eygum tínum, enn av at tú fylgir við okkum, so at eg og fólk títt verða heiðrað fram um allar tjóðir á fold?» v17 Tá svaraði Harrin Mósesi: «Eisini tað, sum tú nú mælir, vil eg gera; tí at tú hevur funnið náði fyri eygum mínum; og eg kenni teg at navni.»
Harrin birtist Mósesi
v18 Men Móses segði: «Lat meg tó síggja dýrd tína.» v19 Hann svaraði: «Eg skal fara fram við tær í allari dýrd míni og nevna Harran við navni fyri tær; tí at øllum, sum eg vil, veiti eg náði og miskunn.» v20 Og hann segði: «Tú kanst ikki síggja andlit mítt; tí at eingin fær sæð andlit mítt og verið á lívi!» v21 Síðan segði Harrin: «Kom og statt her í námindu hjá mær, har á klettinum; v22 og tá ið so dýrd mín fer framvið, skalt tú standa í klettasprunguni; og eg skal halda hond mína hyljandi yvir tær, til eg eri farin framvið; v23 síðan vil eg taka hond mína burtur og lata teg síggja meg aftan ífrá; men andlit mítt má maður ikki síggja!»