Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Onnur Mósebók, kapittul 35
Hvíludagsboðið
v1 Og Móses stevndi nú saman øllum savnaði Ísraelsmanna og segði við teir: «Hetta er tað, sum Harrin býður tykkum at gera: v2 Í seks dagar skal verk verða vunnið, men hin sjeyndi skal vera tykkum heilagur, fullkomin hvíludagur fyri Harranum; hvør, ið vinnur at nøkrum verki á tí degi, skal týna lívið! v3 Á hvíludegnum mega tit ikki kynda eld í nøkrum heimbýli tykkara.»
Halgigávurnar verða givnar
v4 Og Móses talaði við allan savnað Ísraelsmanna og mælti: v5 «Hetta er tað, sum Harrin hevur boðið: Flýggið Harranum offuravskurð av tí, sum tit eiga. Hvør, ið geva vil av fúsum huga, skal bera fram offuravskurð Harrans: Gull, silvur og kopar, v6 blátt purpur og reytt purpur, skarlak, egyptiskt lín og geitarhár, v7 reyðlitt veðraskinn, sækúgvaskinn og ákásiuvið, v8 olju á ljósastakan og vælangandi balsamurtir til salvingarolju og roykilsi, v9 sjóhamsteinar og aðrar dýrar steinar til at seta á akulin og bróstskjøldurin. v10 Og allir listakønir menn tykkara millum skulu koma og tilbúgva alt tað, sum Harrin hevur boðið. v11 Tjaldtemplið við taktjalddúki og taki, krókum og borðum, tvørtrøum, stólpum og undirstabbum; v12 ørkina við stongum og sáttarloki og hitt innara fortjaldið, v13 borðið við stongum og øllum borðbúnaði og sýnisbreyðini, v14 ljósastakan við øllum reiði og lampum sínum og olju í ljósastakan, v15 roykilsisaltarið við stongum sínum, salvingaroljuna og roykilsið og fortjaldið fyri durum tjaldtempulsins, v16 brennioffuraltarið og rimaverkið av kopari kring um tað, stengur tess og øll reiði, tváttarkerið við fóti sínum, v17 tjøldini fyri forgarðinum, stólpar hans og undirstabbar og fortjaldið fyri liði forgarðsins, v18 hælir tjaldtempulsins og forgarðsins og tog teirra, v19 skreytklæðini til tænastuna í halgidóminum, halgiklæði Árons prests og prestaklæði sona hans til prestatænastuna.» v20 Allur savnaður Ísraels fór nú út frá Mósesi; v21 síðan komu teir aftur hvør og ein við tí, sum teir av góðum hjartalagi og fúsum huga vildu veita Harranum sum offuravskurð til at reisa samfundartjaldið av til alla tænastu tess og til øll halgiklæðini; v22 bæði menn og kvinnur, øll, ið fús vóru at geva, komu og bóru fram sylgjur og oyrnaringar, fingurgull og hálsbond og alskyns gullgripir; og hvør maður, ið vildi ofra Harranum nakað, kom við gulli; v23 sama gjørdu øll, ið áttu blátt purpur og reytt purpur, skarlak, egyptiskt lín, geitarhár, reyðlitt veðraskinn og sækúgvaskinn; v24 og hvør maður, ið vildi geva silvur og kopar, kom við tí sum offuravskurð til Harrans; og hvør maður, ið átti ákásiuvið, kom við honum til tess at dugna smíðinum. v25 Og allar listakønar konur settust at spinna og komu við spunum sínum: Bláum purpuri og reyðum purpuri, skarlaki, og egyptiskum líni. v26 Og allar konur, ið fráskila listakønar og handafimar vóru, fóru fúsar í huga undir at spinna geitarullina. v27 Men høvdingarnir komu við sjóhamsteinum og øðrum dýrum steinum til at seta á akulin og bróstskjøldurin, v28 við vælangandi balsamurtum og olju til ljósastakans, til salvingarolju og roykilsis. v29 Og allir Ísraelsmenn, bæði menn og kvinnur, ið fús vóru til at geva, komu av sær sjálvum við gávum Harranum til handar, til tess at fullføra tað verk, sum Harrin við Mósesi hevði boðið at gera.
Hagleiksmenninir (smbr. 25,1-9; 31-11)
v30 Tá mælti Móses við Ísraelsmenn: «Sí, Harrin hevur kallað Bezalel Urison Hurssonar av Júdaætt v31 og fylt hann við guddómsanda, við fróðskapi, vitsku og skynsemi til alt verk, v32 bæði til at upphugsa listaverk og til at smíða úr gulli, silvuri og kopari, v33 til at skera út steinar til groypingar og gera skurðverk í træi – ja, til at vinna at alskyns listasmíði! v34 Eisini hevur hann givið bæði honum og Óhóliabi Áhisamakssyni av Dáns ætt tær snildargávur at kenna øðrum. v35 Hann hevur fylt teir við skynsemi á alskyns hagleiksskurði og smíði, á listvevnaði av bláum purpuri og reyðum purpuri, skarlaki og egyptiskum líni og á vanligum vevnaði – ja, til at fremja alskyns ídnað og til at upphugsa listaverk.