Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Onnur Mósebók, kapittul 36
Framhald
v1 Tí skulu teir vinna at verkinum, Bezalel og Óhóliab og allir listakønir menn, ið Harrin hevur fylt við hagleiksanda og vitsku, so at teir í øllum verkum eru førir at gera halgidómin, eins og Harrin hevur boðið. v2 Tá kallaði Móses til sín Bezalel og Óhóliab og allar listakønar menn, sum Harrin hevði givið vísdóm í hjartað, allar teir menn, sum av fúsum huga vildu fara undir verkið og vinna tað. v3 Teir fingu av Mósesi allan tann offuravskurð, sum Ísraelsmenn vóru komnir við, til at vinna at tí verki at reisa halgidómin. Men við tað at teir framvegis á hvørjum morgni komu av sær sjálvum við gávum til hansara, v4 tá komu allir hagleiksmenninir, ið fingust við at byggja halgidómin, hvør úr sínum starvi, sum teir fingust við, v5 og søgdu við Móses: «Fólkið kemur við nógv meiri, enn tørvur er á til at vinna tað verk, ið Harrin hevur boðið at gera!» v6 Tá beyð Móses at lata hesi boð fara um allar herbúðirnar: «Eingin, hvørki kallur ella kona, skal koma við meiri offuravskurði til halgidómsins!» Tá lætti fólkið av at koma við meiri. v7 Tað, sum var givið, var nóg mikið til at fullgera tað verk, ið skuldi verða gjørt; ja, tað leyp av.
Halgidómurin verður gjørdur eftir skipanini (smbr. 26. kap.)
v8 Hinir listakønu, ið vunnu at verkinum, gjørdu nú tjaldtemplið úr tíggju tjalddúkum av tvinnaðum egyptiskum líni, av bláum purpuri og reyðum purpuri og skarlaki, á hesum tjalddúkum gjørdi hann listavovnar myndir av kerúbum. v9 Hvør tjalddúkurin var tjúgu og átta alnir langur og fýra alnir breiður, allir javnstórir. v10 Hann tengdi tjalddúkarnar saman fimm og fimm; v11 og hann setti lykkjur av bláum purpuri eftir rondini á ytsta tjalddúkinum í øðrum samantengda dúkinum og somuleiðis lykkjur eftir rondini á ytsta tjalddúki í hinum samantengda dúkinum. v12 Fimmti lykkjur setti hann í annan dúkin og somuleiðis fimmti lykkjur í hin samsvarandi ytsta tjalddúk á hinum samantengda dúkinum, soleiðis at lykkjurnar sótu hvør áraka aðra. v13 Síðan gjørdi hann fimmti krókar av gulli og tengdi við teimum tjalddúkarnar saman hvønn við annan, so at tjaldtemplið varð ein heild.
v14 Framvegis gjørdi hann tjalddúkar av geitarhári til at tjalda yvir tjaldtemplið við; av teimum gjørdi hann ellivu. v15 Hvør tjalddúkurin var tríati alnir langur og fýra alnir breiður; allir ellivu javnstórir. v16 Fimm tjalddúkar tengdi hann saman fyri seg og seks fyri seg. v17 Eftir rondini á ytsta tjalddúki á hinum eina samantengda dúki setti hann fimmti lykkjur og somuleiðis fimmti lykkjur eftir rondini á ytsta tjalddúki á øðrum samantengda dúki. v18 Og hann gjørdi fimmti koparkrókar til at tengja tjaldið saman við, so at tað varð ein heild. v19 Framvegis gjørdi hann yvir tjaldið tak av reyðlittum veðraskinnum og aftur oman yvir tí tak av sækúgvaskinnum.
v20 Síðan gjørdi hann á tjaldtemplinum tiljuborð av ákásiuviði, ið stóðu upp og niður; v21 hvørt borðið tíggju alnir langt og hálvaaðru alin breitt. v22 Á hvørjum borði gjørdi hann tvær sameindar stellingar. Soleiðis gjørdi hann við øll borð tjaldtempulsins. v23 Og av borðunum, sum hann gjørdi á tjaldtemplinum, vóru tjúgu á suðursíðuni. v24 Og undir teimum tjúgu borðunum gjørdi hann fjøruti undirstabbar av silvuri, tveir undirstabbar undir hvørjum borði, ein fyri hvørja stellingina. v25 Somuleiðis gjørdi hann á norðursíðu tjaldtempulsins tjúgu borð v26 og til teirra fjøruti undirstabbar av silvuri, tveir undir hvørt borðið. v27 Og aftantil á tjaldtemplinum fyri vestan gjørdi hann seks borð v28 og somuleiðis aftantil á tjaldtemplinum úti við bæði hornini tvey borð, v29 ið vóru tvíføld í neðra og alt upp at fyrsta ringi í erva. Soleiðis gjørdi hann bæði borðini á báðum hornunum. v30 Borðini fyri vestan vóru soleiðis átta við undirstabbum sínum av silvuri, sekstan undirstabbum, tveimum undir hvørjum borði. v31 Síðan festi hann á borðini øðrumegin á tjaldtemplinum fimm tvørtrø av ákásiuviði v32 og somuleiðis á borðini hinumegin á tjaldtemplinum fimm tvørtrø, og á borðini aftantil á tjaldtemplinum fyri vestan fimm tvørtrø. v33 Og hann gjørdi miðtvørtræið, ið gekk tvørturum eftir miðjum borðum frá einum enda at øðrum. v34 Borðini legði hann við gulli; og ringar teirra, sum tvørtrøini gingu ígjøgnum, gjørdi hann av gulli og legði eisini tvørtrøini við gulli.
v35 Síðan gjørdi hann fortjaldið av bláum purpuri og reyðum purpuri, skarlaki og tvinnaðum egyptiskum líni, listvevnaður við myndum av kerúbum. v36 Hann gjørdi til tess fýra stólpar av ákásiuviði og legði teir við gulli og snatar teirra av gulli og stoypti teimum fýra undirstabbar av silvuri. v37 Síðan gjørdi hann fortjald fyri dyr tjaldsins av bláum purpuri og reyðum purpuri, skarlaki og tvinnaðum egyptiskum líni, marglitt vovið; v38 somuleiðis stólpar tess fimm og snatar teirra; stólpahøvdini og festi teirra legði hann við gulli, men undirstabbar teirra fimm vóru av kopari.