Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Onnur Mósebók, kapittul 38
Brennioffuraltarið
v1 Og hann gjørdi brennioffuraltarið av ákásiuviði fimm alnir langt og fimm alnir breitt, fýrhyrnt og tríggjar alnir høgt. v2 Á hvørt av teimum fýra hornum altarsins gjørdi hann eitt horn, ið var áfast við altarið; og hann legði tað við kopari. v3 Síðan gjørdi hann øll amboð altarsins, pottar, eldspakar, offurbollar, soðkrókar og pannur; øll amboð tess gjørdi hann úr kopari; v4 og hann gjørdi um altarið rimaverk av kopari eins og rutt net og festi tað í neðra undir miðgjørðini, so at tað tók upp á hálvt altarið. v5 Og hann stoypti fýra ringar á fýra hornum koparrimaverksins til at stinga stengurnar ígjøgnum. v6 Stengurnar gjørdi hann av ákásiuviði og legði tær við kopari. v7 Og hann koyrdi stengurnar gjøgnum ringarnar báðumegin altarið til at bera tað við; hann gjørdi altarið av borðum opið innan.
Tváttarkerið
v8 Síðan gjørdi hann tváttarkerið av kopari við fóti av kopari úr speglum frá teimum kvinnum, ið gjørdu tænastu við dyr samfundartjaldsins.
Forgarðurin
v9 Og hann gjørdi forgarðin soleiðis: Sunnantil vóru tjøld fyri forgarðinum úr tvinnaðum egyptiskum líni, hundrað alnir long, v10 og tjúgu stólpar við tjúgu undirstabbum av kopari, snatarnir á stólpunum og tvørstengurnar av silvuri. v11 Og somuleiðis vóru norðarumegin hundrað alnir long tjøld, tjúgu stólpar við tjúgu undirstabbum av kopari, men snatarnir á stólpunum og tvørstengurnar av silvuri. v12 Og vestantil vóru fimmti alna long tjøld og tíggju stólpar við tíggju undirstabbum sínum og snatarnir á stólpunum og tvørstengurnar av silvuri. v13 Og somuleiðis frammantil – tann eystari endin – vóru fimmti alna long tjøld; v14 har vóru øðrumegin inngongdina fimtan alna tjøld og tríggir stólpar við trimum undirstabbum; v15 og somuleiðis hinumegin inngongdina fimtan alna long tjøld og tríggir stólpar við trimum undirstabbum. v16 Øll tjøld kring um forgarðin vóru av tvinnaðum egyptiskum líni, v17 undirstabbarnir undir stólpunum av kopari, snatarnir á stólpunum og tvørstengurnar av silvuri, og høvdini á øllum stólpum forgarðsins og festi teirra vóru løgd við silvuri. v18 Og tjaldváðin fyri inngongd forgarðsins var marglitt vovin úr bláum purpuri, reyðum purpuri, skarlaki og tvinnaðum egyptiskum líni, tjúgu alnir long og fimm alnir høg samsvarandi tjøldum forgarðsins eftir breiddini. v19 Og teir fýra stólparnir og fýra undirstabbarnir, ið hoyrdu til, vóru av kopari, snatarnir av silvuri og stólpahøvd og festi teirra løgd við silvuri. v20 Allir hælir tjaldtempulsins og forgarðsins alt íkring vóru av kopari.
Skrá yvir tilfarið (smbr. 27,1-19; 30,17-21)
v21 Hetta er kostnaðarætlanin á tjaldtemplinum, á vitnisburðartjaldtemplinum, sum Ítámar, sonur Árons prests, eftir boðum Mósesar læt Levitarnar búgva til. v22 Bezalel Urison Hurssonar av Júda ætt hevði gjørt alt tað, sum Harrin hevði boðið Mósesi; v23 og við honum hevði verið Óhóliab Áhisamaksson av Dáns ætt, sum var hagur í alskyns skurðverki og til at upphugsa listaverk í marglittum vevnaði av bláum purpuri, reyðum purpuri, skarlaki og egyptiskum líni. v24 Alt tað gull, ið havt var til at smíða halgidómin við, allan sum hann var, og sum var givið í offurgávu, tað var tjúgu og níggju talentir og sjey hundrað og tríati siklar eftir halgidómsins virði. v25 Og tað silvur, ið fekst við manntali savnaðarins, var eitt hundrað talentir og eitt túsund og sjey hundrað og sjeyti og fimm siklar í gulli eftir halgidómsins virði, v26 ein beka ella hálvan sikul til mans eftir halgidómsins virði av øllum teimum, ið kannaðir vórðu, øllum tjúgu ára gomlum og eldri, tilsamans seks hundrað og trý túsund og fimm hundrað og fimmti mans. v27 Eitt hundrað talentir í silvuri vórðu havdar til at stoypa undirstabbar halgidómsins og fortjaldsins við, hundrað undirstabbar fyri eitt hundrað talentir, ein undirstabbi fyri eina talent. v28 Og av hinum eitt túsund, sjey hundrað og sjeyti og fimm siklum í silvuri gjørdi hann snatar á stólparnar og legði høvur teirra og festini á teimum við silvuri. v29 Av kopari var givið í offurgávu sjeyti talentir og tvey túsund og fýra hundrað siklar; v30 av tí gjørdi hann undirstabbarnar við dyr samfundartjaldsins, koparaltarið og rimaverkið av kopari, sum á tí var, og øll amboð altarsins; v31 framvegis undirstabbar forgarðsins alt íkring og undirstabbarnar við inngongd forgarðsins, somuleiðis allar hælir tjaldtempulsins og hælir forgarðsins alt íkring.