Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Onnur Mósebók, kapittul 39
Prestabúnarnir
v1 Og av tí bláa purpurinum, tí reyða purpurinum og skarlakinum gjørdu teir skreytklæði til tænastuna í halgidóminum og gjørdu halgiklæði Árons, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. v2 Teir búðu til akulin av gulli, av bláum purpuri, reyðum purpuri, skarlaki og tvinnaðum egyptiskum líni, v3 við tað at teir dongdu gullið út í tunnar plátur og skóru tað sundur í træðrir, sum teir av einlistum vóvu upp í tað bláa purpurið, tað reyða purpurið, skarlakið og tað egyptiska línið. v4 Og teir gjørdu á honum akslafesti til at stima báðar líningar hans. v5 Og akullindin, sum á honum var til at gyrða hann at sær við, var áføst við hann og gjørd eins og hann av gulli, bláum purpuri, reyðum purpuri, skarlaki og tvinnaðum egyptiskum líni, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. v6 Og teir gjørdu sjóhamsteinar groyptar í umgjørð av gulli og ristu á teir nøvn Ísraels sona, eins og rist verður á innsigli; v7 teir lótu seta teir á akslafesti akulsins sum áminningarsteinar fyri Ísraelsmenn, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. v8 Síðan gjørdu teir bróstskjøldurin av einlistum á sama hátt sum akulin av gulli, av bláum purpuri, reyðum purpuri, skarlaki og tvinnaðum egyptiskum líni. v9 Hann var fýrhyrntur; tvífaldan gjørdu teir bróstskjøldurin, eina løgd langan, eina løgd breiðan og tvífaldan. v10 Og teir settu á hann fýra røð av steinum; í fyrsta raði karneol, tópas og smáragd; v11 í øðrum raði rubin, saffir og jaspis; v12 í triðja raði hýasint, ágat og ámetýst; v13 í fjórða raði krýsolit, sjóham og ónýks, hvør steinur á sínum staði groyptur í umgjørð av gulli. v14 Steinarnir vóru tólv samsvarandi nøvnum Ísraels sona, ein fyri hvørt navnið; ristir við nøvnum teirra, eins og innsigli verða rist, soleiðis at hvør steinur bar eitt av nøvnum Ísraels tólv ætta. v15 Og teir gjørdu á bróstskjøldurin festi av skírum gulli, flættað, eins og reip verða løgd. v16 Síðan gjørdu teir tvær umgjarðir av gulli og tveir ringar, sum teir festu á báðar líningar bróstskjaldarins. v17 Og teir knýttu bæði gullfestini føst í hesar báðar ringar á líningum bróstskjaldarins. v18 Og hinar báðar endarnar á báðum festunum knýttu teir upp í umgjarðirnar og bundu tey føst við akslafesti akulsins frammanvert á honum. v19 Og teir gjørdu enn tveir ringar av gulli og festu teir í hinar báðar líningar bróstskjaldarins á tveir kantar hans, ið vendu inn ímóti aklinum. v20 Og uppaftur gjørdu teir tveir ringar av gulli, sum teir knýttu upp í akslafesti akulsins í neðra frammantil á honum, har sum hann var stimaður, omanvert við akullindina. v21 Og ringar bróstskjaldarins og ringar akulsins knýttu teir saman við festi av bláum purpuri, so at tað var omanvert við akullindina, til tess at bróstskjøldurin ikki skuldi dragna frá aklinum, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. v22 Síðan gjørdu teir møttulin innan undir aklinum; hann var vovin og allur av bláum purpuri; v23 mitt á møtlinum var hálsamunni á sama hátt sum á brynju við borda alt íkring, til tess at hann ikki skuldi skrædna. v24 Og teir gjørdu kring undirfald møttulsins granatepli av bláum purpuri, reyðum purpuri, skarlaki og tvinnaðum egyptiskum líni. v25 Síðan gjørdu teir bjøllur av skírum gulli og settu tær millum granateplini allan vegin kring undirfald møttulsins, v26 soleiðis at bjøllur og granatepli skiftu allan vegin kring undirfald møttulsins – til tænastuna, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. v27 Og teir gjørdu til Áron og synir hansara kyrtlar, ið vóru vovnir úr egyptiskum líni, v28 og somuleiðis vavhúgvur úr egyptiskum líni, skreythúgvur úr egyptiskum líni, línundirbrøkur úr tvinnaðum egyptiskum líni v29 og marglitt vovið belti úr tvinnaðum egyptiskum líni, bláum purpuri, reyðum purpuri og skarlaki, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. v30 Síðan gjørdu teir spongina, hitt heilaga ennislaðið, av skírum gulli og ristu á hana, eins og innsigli verður rist: «Halgaður Harranum». v31 Og teir gjørdu purpurfesti á hana til at binda hana fasta við vavhúgvuna omantil, eins og Harrin hevði boðið Mósesi.
Móses fær alt upp í hendur (smbr. 28)
v32 Tá ið nú lokið var at smíða alt tjaldtemplið, alt samfundartjaldið, og Ísraelsmenn í øllum høvdu gjørt alt, eins og Harrin hevði boðið Mósesi, v33 tá flýggjaðu teir Mósesi tjaldtemplið, tjaldið og øll reiði tess, krókarnar, tiljuborðini, tvørtrøini, stólparnar og undirstabbarnar, v34 takið av reyðlittum veðraskinnum og takið av sækúgvaskinnum, hitt innara fortjaldið, v35 vitnisburðarørkina, stengur hennara, sáttarlokið, v36 borðið og øll amboð tess, sýnisbreyðini, v37 ljósastakan av skírum gulli við lampum, ið á hann skuldu setast, og øllum lutum sínum, oljuna til ljósastakan, v38 gullaltarið og salvingaroljuna, hitt vælangandi roykilsið og tjaldváðina fyri dyr tjaldsins, v39 koparaltarið og rimaverkið av kopari, beristengur tess og øll amboð og tváttarkerið við fóti sínum, v40 tjøldini fyri forgarðinum, stólpar og undirstabbar teirra, tjaldváðina fyri inngongd forgarðsins, reip teirra og hælir og øll amboð, ið nýtt verða til tænastuna í tjaldtemplinum, samfundartjaldinum, v41 skreytklæðini, ið nýtt verða til tænastuna í halgidóminum, halgiklæðini hjá Ároni presti og prestatænastuklæði sona hans. v42 Og Ísraelsmenn gjørdu alt verkið í øllum lutum, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. v43 Og tá ið Móses kannaði alt verkið, sí, tá høvdu teir gjørt tað í øllum, eins og Harrin hevði boðið. Síðan vælsignaði Móses teir.