Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Onnur Mósebók, kapittul 40
Halgidómurin reistur
v1 Harrin talaði nú við Móses og segði: v2 «Á fyrsta degi hins fyrsta mánaðar skalt tú reisa tjaldtemplið, samfundartjaldið, v3 og seta vitnisburðarørkina í tað og heingja fortjaldið fyri hana. v4 Og tú skalt flyta borðið inn hagar og tilreiða tað, sum á tí skal vera, og somuleiðis flyta inn ljósastakan og seta lampurnar upp á hann. v5 Roykilsisaltarið av gulli skalt tú seta fyri framman vitnisburðarørkina og heingja tjaldváðina upp fyri dyr tjaldtempulsins; v6 men brennioffuraltarið skalt tú seta fyri framman dyr tjaldtempulsins, samfundartjaldsins. v7 Tváttarkerið skalt tú seta millum samfundartjaldsins og altarsins og lata vatn upp í tað. v8 Og tú skalt reisa forgarðin íkring og heingja upp tjaldváð fyri inngongd forgarðsins. v9 Síðan skalt tú taka salvingaroljuna og salva tjaldtemplið og alt, sum í tí er, og halga tað og øll reiði tess, so at tað verður heilagt. v10 Og tú skalt salva brennioffuraltarið og øll amboð tess og halga tað, so at tað verður háheilagt altar; v11 somuleiðis skalt tú salva tváttarkerið og fót tess og halga tað. v12 Síðan skalt tú leiða Áron og synir hans at durum samfundartjaldsins og tváa teimum við vatni. v13 Og tú skalt lata Áron í halgiklæðini og salva hann og halga hann til at vera prestur fyri mær. v14 Eisini synir hansara skalt tú leiða fram og lata teir í kyrtlarnar. v15 Og eins og tú salvaði faðir teirra, skalt tú salva teir til at vera prestar fyri mær; og henda salving teirra skal veita teimum ævigt prestadømi ættarlið eftir ættarlið.»
v16 Móses gjørdi nú hetta; í øllum, so sum Harrin hevði boðið, gjørdi hann. v17 Á fyrsta degi hins fyrsta mánaðar á øðrum ári varð tjaldtemplið reist. v18 Og Móses reisti tjaldtemplið, setti undirstabbarnar, reisti tiljuborðini, stakk tvørstengurnar í og setti upp stólparnar, v19 tandi tjalddúkin út yvir tjaldtemplið og legði taktjaldið oman yvir aftur teir, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. v20 Síðan tók hann vitnisburðin og legði hann í ørkina, setti stengurnar í ørkina og legði sáttarlokið oman yvir hana. v21 Ørkina flutti hann inn í tjaldtemplið, hongdi hitt innara fortjaldið uppfyri og huldi soleiðis vitnisburðarørkina, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. v22 Og hann setti borðið inn í samfundartjaldið norðarumegin í tjaldtemplinum fyri uttan fortjaldið v23 og legði breyðini á rað á tað frammi fyri Harranum, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. v24 Og hann setti ljósastakan inn í samfundartjaldið fyri framman borðið sunnarumegin í tjaldtemplinum v25 og setti upp lampurnar frammi fyri Harranum, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. v26 Síðan setti hann upp gullaltarið í samfundartjaldinum fyri framman fortjaldið v27 og brendi á tí vælangandi roykilsi, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. v28 Tínæst hongdi hann tjaldváðina upp fyri dyr tjaldtempulsins v29 og setti upp brennioffuraltarið uttan fyri dyr tjaldtempulsins, samfundartjaldsins, og ofraði á tí brennioffur og grónoffur, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. v30 Síðan setti hann upp tváttarkerið millum samfundartjaldsins og altarsins og læt vatn upp í tað til at tváa sær við; v31 Móses og Áron og synir hansara tváaðu hendur og føtur sínar í tí; v32 hvørja ferð, ið teir gingu inn í samfundartjaldið og nærkaðust altarinum, tváaðu teir sær, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. v33 Síðan reisti hann forgarðin kring um tjaldtemplið og altarið og hongdi upp tjaldváðina fyri inngongd forgarðsins. Og tá hevði Móses lokið øllum verkinum.
Harrin tekur upp bústað í halgidóminum
v34 Tá huldi skýggið samfundartjaldið, og dýrd Harrans fylti tjaldtemplið; v35 og Móses kundi ikki ganga inn í samfundartjaldið, tí skýggið huldi tað, og dýrd Harrans fylti tjaldtemplið. v36 Men á allari ferð síni vóru Ísraelsmenn vanir at flyta úr stað hvørja ferð, tá ið skýggið hevjaðist upp frá tjaldtemplinum; v37 men hevjaðist skýggið ikki upp, fóru teir ikki úr stað fyrr enn tann dag, tá ið tað aftur hevjaðist upp; v38 tí at skýggj Harrans var yvir tjaldtemplinum um dagin, og um náttina glampaði eldur í skýgginum fyri eygum alra Ísraelsmanna á allari ferð teirra.